VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.06 Bind ein lampuskerm

1.06 Bind ein lampuskerm

Tíð: Hósdag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Alexandru 12
Undirvísari: Elin Lindenskov FO
 
Verkstovan er ætlað øllum
 
At hava við:
Tógv – alt kann brúkast.
Stokkar í ymiskum støddum, best at brúka stødd 6 – 12 ella størri.
Stell til lampuskerm um tú hevur eitt
Møguleiki fyri at keypa stellini til lampuskermin. Kostnaðuri 50 – 150 kr.
 
Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
 
https://www.pinterest.com/elinli/lampuskermar/
https://www.facebook.com/Elinsa-237584086266553/?fref=ts
     
 


.
 
 
Elin Lindenskov FO
 
Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari frá Nykøbing F. Hondarbeiðsseminarium í 1985.
Seinastu tredivu árini hevur hon undirvíst á Føroya Fólkaháskúla, í kvøldskúlanum, Húsarhaldsskúla Føroya og á øðrum skeiðum.
 
Í 2015 tók hon stylistútbúgving við serligum denti á endurnýtslu.
 
Elin hevur bundið, síðani hon var lítil smágenta. Mamma Elin og ommurnar báðar, sum allar vóru dugnaligar bindikonur, hava gjøgnum uppvøksturin havt stóra ávirkan á hana. Elin hevur eisini sína egnu fyritøku, har hon millum annað hevur skeið í ymiskum handaligum arbeiði so sum seyming, binding og øðrum.