VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.06 Dupultbinding fyri nýbyrjað

1.06 Dupultbinding fyri nýbyrjað

Tíð: Hósdag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá 
Undirvísari: Linda á Marknagili Debes FO
 
Hendan verkstovan er fyri nýbyrjaðar, men skulu duga at binda.

Vit fara at binda prøvar av dupultbinding, sum er sera spennandi at arbeiða við og plaggi blívur snøgt - við ongari rangu

At hava við
2 kontrastir litir, hosutógv er best - og passandi stokkar

Undirvíst verður á føroyskum og donskum - og eg skilji eisini enskt
 
     
 


.
 
 
Linda Marknagili Debes FO

Eg eiti Linda og eg eri útbúgvin námsfrøðingur.
 
Eg brúki nógv av míni frítíð til ymiskt handaligt, tó mest til binding, men eisini hekli, broderi og seymi eg.
 
Eg havi verði so heppin at havt fólk afturat mær, sum hava skilt og stuðla mær, og tískil havi fingið roynt nógv ymisk ting av og gjørt mær nógvar royndir.
 
Eg havi fingist við handarbeiði alt eg kann minnast.