VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.07/1.08 "At loysa úr lagdi"

1.07/1.08 "At loysa úr lagdi"

Tíð: Hósdag kl. 9.00 - 12.00 og 14.00 - 17.00
Stað: í stovuni hjá Lenu 21
Undirvísari: Lena Lástein FO

Henda verkstova við ullaarbeiði er 2 x 3 tímar og er fyri øll.
Legg til merkis: prísurin er 2 x 375 kr.
 
Ger títt egna tógv úr føroyskari ull.

Hevur tú hug at arbeiða við føroyskari ull og at læra at spinna títt egna tógv ?

Á verkstovuni lærir tú at vaska, nappa og karða ullina og at spinna tógv á tí føroyska rokkinum.
-----
Á hesari verkstovuni lærir tú at skilja, nappa og karða ullina, so hon er klár at spinna.
Ullin verður spunnin á fótarokki ella á einum føroyskum rokki. Tá tráðurin er spunnin verður hann tvinnaður til tveytráðað tógv. 
 
At hava við:
Einki
 
Tað verður undirvíst á føroyskum......og eisini tosað skandinavisk og enskt
 
     
Lena Lásteint FO
 
Fekk áhugað á at arbeiða vð ull, tá eg flutti til Føroyar í 1984. Havi síðani tá spunnið ull til ymisk endamál
.
Tú hittir Lenu á verkstovu
  
Seinni árini havi eg serliga spunnið tógvv til at veva teppir úr.

Havi havt framsýning av vovnum teppum í Smiðjuni í Lítluvík, Tórshavn, har eg eisini sýndi fram jakkar, gjørdir úr heimaspunnari føroyskari ull.