VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.08 Vevbinding

1.08 Vevbinding

Tíð: Hósdag kl. 14.00 - 17.00
Stað: Heima hjá Marjun í Lambanum 1
Undirvísari: Maiken Steinberg FO
 
Hendan verkstovan er nýbyrja og duga at binda.
 
Vevbinding er ein stuttlig, øðrvísi og løtt binding.

Í vevbinding kann tað síggja út, sum um mynstrini verða bundin við tveimum ella fleiri litum á sama umfari. Men í veruleikanum, so verður bert bundið við einum liti í senn, akkurát sum tá man bindur strípur.

Effektin líkist ómetaliga nógv jaquardbinding, tó uttan roksið við at binda við tveimum ella fleiri litum á sama stokki.'

Mynstrini innan vevbinding verða, sum oftast bundin aftur og fram og bert bundin við einum liti í senn – sum oftast tvey umfør av hvørjum liti.
Nøkur av mynstrunum minna um mynstur innan veving
 
At hava við:
Tógv, bummull og ull, í fleiri litum og hartil hoyrandi stokkar, t.d. 3,5 - 4,5
60 kr. fyri annað tilfar
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum, enskum og/ella týskum
Maiken Steinberg FO
 
Tey seinastu árini havi eg m.a undirvíst innan kreativa hondbinding undir kvøldskúlaskipanini, og eisini sjálv skipa fyri ymsum skeiðum innan binditeknikkir.
 
Eg arbeiði eisini fyri Navia og havi verið leiðari á visitnoroyð.
 
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllinum, og eri tað serliagni har eg fári mín íblástur og kreativ hugskot.
 
https://www.facebook.com/JAMM-design-144413329047/

á Instagram eri eg eisini at finna handan: maikensteinberg