VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.12 Plantuliting

1.12 Plantuliting

Tíð: Hósdag kl. 9.00 - 12.00 og leygardar kl. 9.00 - 11.00
Stað: í egningarskúrinum 22
Undivísari: Bjørghild Arnholdtsdóttir FO
 
Henda verkstova er fyri øll við áhuga fyri PLANTULITING - tógv.

Ert tú áhugaður at arbeiða við náttúru givnum tilfeingi, so eru plantur ein verð fyri seg og kunnu eisini nýtast at lita tógv og ull við.

Umframt mína útbúgving havi eg eisini royndir frá skeiðum og tað sum eg havi roynt sjálv.

T.d. kann eg nevna hesar plantur

Hømiligu
Reinfan
Lyng
Píl
Sopp
Steinamosa
Ribes
Sortugras
Leykaskal
Rabarbubløð

Tú lærir alla tilgongdina við plantuliting, alt frá at beisa tógvið, sum er ein fyrireiking til litingina og til at tógvi er litað. Liting kann eisini endurnýsast.
 
At hava við:
Einki
 
Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
     
Bjørghild Arnholdtsdóttir FO
 
Frá tí eg var barn, havi eg havt stóran áhuga fyri søgu og náttúru, og her sæð, hvussu nógv vit kunnu gagnnýta, sum vit ikki altíð geva okkum far um í gerandisdegnum.  

Eg bindi nógv, geri mínar egnu uppskriftir, dámi væl at royna nógvar ymsar bindihættir, og her hevur tad so eisini verið stuttligt at kunna gera royndir vid litum, serliga teimum eg sjálv havi litað.

Nógv gomul handverk eru eisini áhugaverd, plantuliting er eitt av teimum. 
 
Hondarbeidslæraraútbúgving frá Kerteminde 1980, og námsfrøðingur í 2007.
Á handarbeiðskúlanum var ein lærugrein plantuliting. Eg kendi ikki til hetta tá, men helt at hetta sá sera spennandi út.