VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.13/1.14 Designa 50´og 60´ara pløgg

1.13/1.14 Designa 50´og 60´ara pløgg

Tíð: Hósdag kl. 9.00 - 12.00 og 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Daisy 11
Undirvísari: Fjóla Hilmars ÍS
 
Legg til merkis: Prísurin er 2 x 375 kr.

Verkstova fyri teg, sum er von at binda, manglar hugskot og vil læra eitt sindur um design. Lær at tekna, at passa eygjatal og binda prøvar.

Hesu ferð gera vit plögg við 50´ og 60´ ara stili og møguliga blanda við føroyskum mynstrum.
 
At hava við:
Papír og skriviamboð. Tógv sum tær dámar og passandi stokkar.
Eigur tú bókina Føroysk bindingamynstur, tak hana so við.
+ 20 kr. 
 
Undirvíst verður á føroyskum, men tosar eisini enskt.
 
     
 
 
 
Fjóla Hilmars ÍS
 
Fjóla lærdi at binda og hekla tá hon var um 5 ára gomul. 6 ár gomul byrjaði hon at seyma. Hon hevur altíð verið sera áhugað í handverki.
 
Fjóla hevur útbúgving sum designari frá Gt. Yarmouth College of Art and Design í Englandi, 1989.
Hon hevur seymað búnar fyri íslenska Þjóðleikhúsið í nógv ár og eisini til Íslensku Óperuni í 2014 og 2015.
 
Fjóla hevur havt framsýning í kunstbinding í Gallerí Sævars Karls í Reykjavík og Gallarí Ribarhús í Fuglafirði
Fjóla hevur í nøkur ár undirvíst binding bæði í Íslandi og Føroyum.