VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.16 Afrikanskt blomstur - hekkling

1.16 Afrikanskt blomstur - hekkling

Tíð: Hósdag kl. 14.00-17.00
Stað: heima hjá Astrid 15
Undirvísari: Maria á Lakjuni Simonsen FO
 
Henda verkstova er fyri øll, men gott at dugna eitt sindur av hekkling
 
Afrikanskt blomstur er ein ómetaliga vakur hekklaður sekskantur, ið hóskar seg til nógv ymiskt. Hann verður m.a. nýttur til teppir, pútur, taskur og harafturat til bamsur av ymiskum slag, sum Heidi Bears sniðgevur.

Skrivað “crochet african flower” á netinum, so sært tú alt tað ymiska, sum sekskanturin verður brúktur til.
 
At hava við:
3 ella 4 ymiskir litir av tógvi og hekklinál sum hóskar til.
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum og enskum eftir tørvi
   
Maria á Lakjuni Simonsen FO
 
Eg havi bundið og hekklað síðani eg var lítil smágenta og seinastu árini hevur tað serliga verið hekklingin, sum hevur havt mín stóra áhuga. Mær dámar sera væl at royna nýggjar teknikkir og mynstur og hekklingin kann, sum einki annað, kveikja hugflogið og skapanarhugin hjá mær.

Fylg mær á instagram: lakjuni.