VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.17 Bundnar kúlur

1.17 Bundnar kúlur

Tíð: Hósdagur kl 9.00 - 12.00
Staður: heima hjá Kaju 18
Undirvísari: Hallbjørg Eliassen FO
 
Verkstova ætlað til tín sum dugir at binda, men ikki hevur so nógvar royndir
 
Vit fara at binda kúlur við føroyskum mynstrum og føroyskum motinum. Vit læra at taka uppá og taka av fyri at fáa eitt snøgt og pent skap á kúluni.
Aftaná koyra vit fyllu í, sum eg havi við.
 
At hava við:
Stokkar (strømpepinde) 3-3½
Ullint tógv til í ljósum nátúrulitum og umframt tógvrestir til mynstur passandi til stokkarnar.
Hallbjørg Eliasen FO
 
Eg eiti Hallbjørg Eliassen, eg starvist dagliga sum námsfrøðingur í einum Frítíðarskúla.

At binda er nakað, ið altíð hevur hugtikið meg, og eg havi bundið síðan eg var smágenta.

Eg bindi siðbundið eins og mær eisini dámar nýggjar avbjóðingar, s.s. at arbeiða við litum, mynstrum, ymiskum teknikkum.