VERKSTOVUR / Hósdagsverkstovur / 1.26 Vevbinding

1.26 Vevbinding

Tíð: Hósdag kl. 14.00 - 17.00
Stað: Heima hjá Hallgerð 7
Undirvísari: Maiken Steinberg FO
 
Hendan verkstovan er nýbyrja og duga at binda.
 
Vevbinding er ein stuttlig, øðrvísi og løtt binding.

Í vevbinding kann tað síggja út, sum um mynstrini verða bundin við tveimum ella fleiri litum á sama umfari. Men í veruleikanum, so verður bert bundið við einum liti í senn, akkurát sum tá man bindur strípur.

Effektin líkist ómetaliga nógv jaquardbinding, tó uttan roksið við at binda við tveimum ella fleiri litum á sama stokki.'

Mynstrini innan vevbinding verða, sum oftast bundin aftur og fram og bert bundin við einum liti í senn – sum oftast tvey umfør av hvørjum liti.
Nøkur av mynstrunum minna um mynstur innan veving
 
At hava við:
Tógv, bummull og ull, í fleiri litum og hartil hoyrandi stokkar, t.d. 3,5 - 4,5
25 kr. fyri uppskriftir
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum, enskum og/ella týskum
Maiken Steinberg FO
 
Tey seinastu árini havi eg m.a. undirvíst inna kreativa hondbinding undir kvøldskúlaskipanini.
 
Eg arbeiði eisini fyri Navia og havi verið leiðari á visitnoroyð.
 
Eg havi altíð gingið nógv í fjøllinum, og eri tað serliagni har eg fári mín íblástur og kreativ hugskot.
 
https://www.facebook.com/JAMM-design-144413329047/

á Instagram eri eg eisini at finna handan: maikensteinberg