VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.01 Siðbundin gentusokkur

2.01 Siðbundin gentusokkur

Tíð: Fríggjadag kl. 9.00 - 12.00
Stað: í stovuni hjá Helle 10
Undirvísari: Oddvør Jacobsen FO
Henda verkstova fyri víðarikomin ella tey sum duga at binda
 
Vit fara at læra at binda siðbundnan gentusokk.
Hetta er ikki ein vanlig heit hosa, men ein “fínari” sokkur við holmynstri, sum var brúktur til kjóla.
 
At hava við:
5 stokkar (strømpepinde) 3 ella 4,5 mm
og hosutógv sum er passandi til stokkarnar
 
...og gott humør ;)
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum og enskum.
Oddvør Jacobsen FO
 
Sjálvlærd við stórum áhuga í tí siðbundna.
 
Eri útlærd skrivstovukvinna og klædnaatstøðingur.
Eg eri partur av sniðgevaratoyminum hjá Navia innan uppskriftir og liðugtvøru.
 
Havi sum einasti føroyski sniðgevi tvær av mínum egnu uppskriftum á heimasíðuni hjá enska Island Wool undir Designer Collective