2018

FO

2018
Bindifestivalurin 2018 verður 19., 20. og 21. apríl.

Heimurin rundan um Føroyar hevur bíða eftir, at hendan dagseting skuldi kunngerðast, fyrispurningar hava streyma inn og longu nú standa fleiri ferðabúgvin, og bíða saman við okkum við spenning eftir Bindifestivalinum í Fuglafirði

Sum fyriskiparar av Bindifestivalinum, eru vit farnar til verka, við at lata ein sokallaðan bindidrunn ferðast runt í Føroyum og tann vegin ber eisini til at gerast ein partur av Bindifestivalinum – bindidrunnurin ferðast runt í eini kurv, í kurvini er tógv, stokkar, gestabók og ein vegleiðing. Vit bíða spent eftir, hvat kann spyrjast burtur úr hesum rundtúri. Á facebook ber javnan til at síggja dagførdar myndir av bindidrunninum, og hvar í Føroyum hann er staddur.

Vit vóna at síggja nógvar føroyingar eins og útlendingar til tiltakið, sum setur fokus á kanska elstu mentanina ið vit eiga. Ullaarbeiði og binding hevur fleiri 100 ár á baki. Fyrr vóru tað líka nógvir menn sum kvinnur, sum fingust við hetta handverkið, men í dag er tað fyri tað mesta kvinnur. Menn eru eisini vælkomnir at luttaka á Bindifestivalinum, og einstakir menn hava luttikið aktivt á Bindifestivalinum. Men vit høvdu ynskt at sæð enn fleiri menn og vilja tí fegin hoyra frá monnum, um teir skuldu havt eitt serligt hugskot til Bindifestivalin.
 
Komandi Bindifestivalur fer at hava eina drúgva skrá, júst soleiðis, sum vit kenna frá undanfarnu árunum. Umframt vælumtóktu verkstovurnar og fyrilestrarnar, so verður eisini arbeitt við eini serligari framsýning og einum hugnakvøldi við stokkum og LIVE tónleiki. Eisini verður arbeitt við einum øðrvísi tema við enska heitinum “The neddles arts”, sum vit fara at hoyra meir um seinni.
Setið tykkum tí ein kross í álmanakkan longu nú.

Við Bindifestival kvøðu

Vegna fyrireikararnar
Sólgerð og Steintóra


DK

2018
Strikkefestivalen, aka Bindifestivalurin 2018 afholdes 19., 20. og 21. april.

Verden har ventet længe på, at få en dato til den kommende strikkefestival. Der er kommet mange forespørgsler og flere er allerede ved at booke deres rejse til Færøerne og venter spændte sammen med os, på Bindifestivalurin i Fuglafirði.

Som arrangører af den kommende Bindifestival er vi gået i gang med at lade den såkaldte Bindidrunn rejse rundt på Færøerne. På den måde kan man også blive en del af Bindifestivalen – Bindidrunnurin rejser rundt som en kurv, hvori der er garn, strikkepinde, en gæstebog og en vejledning. Vi venter spændte på, hvad denne rundrejse vil resultere i. På Facebook kan man jævnligt se billeder af Bindidrunninum, hvor den befinder sig på Færøerne.

Vi ønsker at se mange færinger og også udlændinge til vores arrangement, som sætter fokus på den måske ældste del af vores kultur. Uldbearbejdning og strikning har overlevet i flere 100 år. Før i tiden var der ligeså mange mænd, som der var kvinder, der udførte dette håndværk, men i dag er det for det meste kvinder. Mænd er også velkomne at deltage på strikkefestivalen. Vi har haft nogle enkelte mænd, der har deltaget i strikkefestivalen, men vi vil gerne se endnu flere mænd, og vil derfor høre, om de skulle have en idé til et eller andet arrangement i forbindelse med strikkefestivalen.

Den kommende strikkefestival kommer til at indeholde et stort program, ligesom vi kender det fra de foregående år. Udover de vellidte workshops og foredrag, så arbejdes der også på en særlig udstilling og en hyggeaften med strikkepinde og LIVE musik. Vi arbejder også på et anderledes tema, med den engelske titel ”The needels art”, som I vil høre meget mere om senere.
Sæt derfor et kryds i kalenderen allerede nu.

Med hilsen fra Bindifestival

På vegne af arrangørerne
Sólgerð og Steintóra