VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.10 Dupultbinding víðarikomin

2.10 Dupultbinding víðarikomin

Tíð: Fríggjadag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Daisy 11
Undirvísari: Fjóla Hilmars ÍS
 
Henda verkstova er fyri víðarikomin, tú skalt duga at binda dupultbinding.

Dupult binding hevur tann eginleika, at rangan vendir inn og mynstrið sæst báðu megin á stykkinum.
Hesin háttur er sera góður at brúka til að binda turriklæði, pannuband, kubbar, teppi, ella eitthvørt ið skal vera tjúkt. Mynstrið kemur av sær sjálvum báðu megin. 

At hava við:
Hav við 3-4 tráða tógv (slet ikki fínt tógv og ikki loðið), 2 litir við stórum kontrast, sum svart og hvítt. Passandi tjúkt av stokkum (nr. 4, 4,5‐5) og helst rundar stokkar. Skriviamboð + 20 kr.
 
Undirvíst verður á føroyskum, men tosar eisini enskt.
   
Fjóla Hilmars ÍS
 
Fjóla lærdi at binda og hekla tá hon var um 5 ára gomul. 6 ár gomul byrjaði hon at seyma. Hon hevur altíð verið sera áhugað í handverki.
 
Fjóla hevur útbúgving sum designari frá Gt. Yarmouth College of Art and Design í Englandi, 1989.
Hon hevur seymað búnar fyri íslenska Þjóðleikhúsið í nógv ár og eisini til Íslensku Óperuni í 2014 og 2015.
 
Fjóla hevur havt framsýning í kunstbinding í Gallerí Sævars Karls í Reykjavík og Gallarí Ribarhús í Fuglafirði
Fjóla hevur í nøkur ár undirvíst binding bæði í Íslandi og Føroyum.