VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.11 Føroyskt bundnaturriklæði

2.11 Føroyskt bundnaturriklæði

Tíð: Fríggjadag kl. 9.00 - 12.00
Stað: í stovuni hjá Gudny 5
Undirvísari: Gudny Vang FO
 
Hendan verkstova er fyri víðarikomin innan holbinding/kunstbinding.

At hava við:
2-tráða Snældutógv og rundstokkur nr 5-7mm.
50gr 2-tráað Snældutógv er uml. 360m

Tað verður undirvíst á føroyskum
....men tosar eisini danskt og enskt

Tað verður útflýggja ein vegleiðing til, hvussu tað bundnaturriklæði verður bundið. Hvussu mynstri skal bindast í og hvussu ymisk sløg av tógvi ávirka útsjóndina av sjallinum.
     
Gudny Vang FO
 
Útbúgving sum matvøruverkfrøðingur og havi arbeitt sum góðskuleiðari í fiskivinnu síðani 2001.

Handarbeiði er mítt størsta frítíðarítrív. Byrjaði sum smágenta at binda og hekla við hjálp frá kvinnum rundan um meg. Eisini brodering og seyming er tað blivi til gjøgnum árini.
 
Í einum stressaðum dagligdegi er handarbeiði nakað, sum eg ikki kann verða fyriuttan, tá tað er við til at fáa kroppin at slappa av.