VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.12 Entrelac binding

2.12 Entrelac binding

Tíð: Fríggjadag kl. 14.00 - 17.00
Stað: 
Undivísari: Dagmar Beder FO
 
Kom og lær at binda Entrelac, tað er ein spennandi máti at binda uppá, og tú kanst binda alt møguligt við hesum teknikki.

Á verkstovuni fara vit at læra at binda nakrar grundleggjandi teknikkir, og fáa hugskot um hvat Entrelac kann brúkast til.
 
Niveau:
nýbyrjaðar
 
At hava við:
Stokkar og tógv, sum hóska saman.
T.d. tvey ella trýtráða tógv, tveir litir. Og stokkar nr 3-4
 
Mál:
tað verður undirvíst á føroyskum og donskum.
   
Dagmar Beder FO
 
Eg eiti Dagmar Beder. Eg havi fingist við nógv ymiskt handaligt síðan eg var smágenta. Serliga havi eg seymað og bundið nógv. Eisini havi eg hekla nakað, og eitt tíðarskeið fekst eg nógv við myndlist.

Eg gekk eitt tíðarskeið á hondarbeiðsskúla, har eg lærdi nógvar grundleggjandi teknikkir.
 
Eg eri útbúgvin námsfrøðingur, og havi eg brúkt míni handaligu evnir í arbeiðinum. Eg havi arbeitt í 8 á í barnagarði og 15 ár á vardum verkstaðið, har tað handaliga virksemi fylti nærum alt. Nú starvist eg sum lærari á serbreytini á Glasi, https://www.glasir.fo/breytirnar/serbreyt/ har eg havi ábyrgdina av seyming o.ø. handaligum arbeiðið. 
 
Í míni frítíð siti eg altíð við stokkum tá ein løta er til tess, og at seyma dámar mær sera væl.

Eg havi undirvíst á øllum Bindifestivalunum higartil, har eg havi roynt ymiskt. Í ár fari eg at royna meg við Entrelac.