VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.15 Corner to corner - hekkling

2.15 Corner to corner - hekkling

Tíð: Fríggjadag kl. 9.00-12.00
Stað: heima hjá Ann 3
Undirvísari: Maria á Lakjuni Simonsen FO
 
Hendan verkstovan er fyri víðarikomin
 
Corner to corner (c2c) er, sum navnið sigur, ein hekkliháttur, har byrjað og endað verður í einum horni. 

C2c verður nýtt til nógv ymiskt. Tað er eitt sera væl egnað mynstur til borðlappar, sum er væl umtókt at hekklað í hesum døgum. Eisini hóskar mynstrið væl til teppir - tað verður nógv brúkt til babyteppir, antin sum ein stórur puntur, ella fleiri smáir, ið verða settir saman.

Eitt sum er serligt við c2c er, at tað kann nýtast til at hekkla grafiskt mynstur í fleiri farvum. Leitað á netinum eftir “crochet corner to corner” og síggj alt tað ymiska, sum verður hekklað við hesum mynstrinum.
 
At hava við:
2 litir av tógvi og hekklinál sum hóskar til.
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum og enskum eftir tørvi.