VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.16 Tekna við brodering: Rya og bayeux teknikkir

2.16 Tekna við brodering: Rya og bayeux teknikkir

Tíð: Fríggjadag kl 14.00-17.00
Stað: heima hjá Victoriu Jacobsen19
Undirvísari: Fía Heinesen FO
 
Spæl við broderi teknikkinir og fá eitt festligt og áhugavert úrslit. Ein sera spennandi og nýhugsandi háttur tú kanst læra at arbeiða við nálini uppá.
 
Hygg inn á leinki og fá ein smakk av, hvussu ein tekstilmiðlari arbeiðir við nálini
https://www.facebook.com/Fía-Heinesen-1662164977330933/
 
Niveau:
Øll, men tað er grundleggandi at man hevur roynt at brodera fyrr.
 
At hava við:
Nál, broderí trá ella annan trá og saks. Eigur tú broderi rammu, tak hana so við.
Fast toy ella føst bundin pløgg
20kr.
 
Mál:
Føroyskt.
Men dugi eisini at tosa danskt og enskt.
 
 
Fía Heinesen FO
 
Fía Heinesen er 34 ár og hevur lisið til tekstilmiðlara á UCC í Keypmannahavn.
 
Hon er sera áhuga í endurnýtslu, og ovurnýtslu lívsstílinum vit hava í vesturheiminum.
 
Til dagligt arbeiðir hon í Leikalund, ein handil ið selur føroyskt design og handverk.