VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / 2.21 Marjunarbinding

2.21 Marjunarbinding

Tíð: Fríggjadag kl. 9.00-12.00
Stað: Heima hjá Fíu 13
Undirvísari: Elspa Petersen FO
 
Verkstovan er fyri nýbyrjað og víðarikomin
 
Marjunarbinding eisini kalla Gjáarbinding er gamal bindingarháttur. Hetta er at líkna við kunst binding, sum verður bundin aftur og framm.
 
Bindingin er mest brúkt til turrikløð og húgvur. Men hesin bindingarháttur kann eisini brúkast til onnur brúksting. Bindast kann við tógvi úr ymiskari góðsku og tjúkt.
 
At hava við:
Stokkar og tógv í ymiskum litum, kvaliteti og tjúkt.
Pappír og blýant/penn.
 
Tað verður undirvíst á føroyskum
     
     
Elspa Petersen FO
 
Havi gingið á Den Danske Husflidshøjskole frá 1976-1978 og Odense Fagskole 1981-1982.

Havi undirvíst í kvøldskúlanum frá 1978 til 2006.

Havi síðan útbúgvi meg til námsfrøðing og arbeiði eg við tí í dag. Havi arbeitt tey fyrstu árini innan ser økið og eri í dag á einum frítíðarskúla.
 
Síðan 1. jan 2015 havi eg fingið starvið at leiða frítíðarundirvísingina í Sunda Kommunu.