VERKSTOVUR / Leygardagsverkstovur / 3.04 Undirtroyggjur við holumynstri

3.04 Undirtroyggjur við holumynstri

Tíð: Leygardag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Alexandru 12
Undirvísari: Elin Lindenskov FO
 
Verkstovan er ætlað øllum, sum duga at binda.
 
At hava við:
Tógv og passandi stokkar
 
Undivíst verður á føroyskum og donskum
 
https://www.pinterest.com/elinli/bindifestivalurin-2017-undirtroyggja/?etslf=4316&eq=undir 

https://www.facebook.com/Elinsa-237584086266553/?fref=ts 
 
 
Elin Lindenskov FO
 
Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari frá Nykøbing F. Hondarbeiðsseminarium í 1985.
 
Seinastu tredivu árini hevur hon undirvíst á Føroya Fólkaháskúla, í kvøldskúlanum, Húsarhaldsskúla Føroya og á øðrum skeiðum. Í 2015 tók hon stylistútbúgving við serligum denti á endurnýtslu.
 
Elin hevur bundið, síðani hon var lítil smágenta. Mamma Elin og ommurnar báðar, sum allar vóru dugnaligar bindikonur, hava gjøgnum uppvøksturin havt stóra ávirkan á hana. Elin hevur eisini sína egnu fyritøku, har hon millum annað hevur skeið í ymiskum handaligum arbeiði so sum seyming, binding og øðrum.