VERKSTOVUR / Leygardagsverkstovur / 3.05 Tólvtáttaband

3.05 Tólvtáttaband

Tíð: Leygardag kl. 9.00 - 12.00
Stað: í stovuni hjá Fridrikku 24
Undirvísari: Paulina Eliasen FO
 
Henda verkstova er fyri nýbyrjað. 
 
Tólvtráðaband er lagt av 12 tráðum, brúkt sum slíðraband og henkur til taskur o.tíl..
 
At hava við:
Tógv í ymiskum litum, við nylon í, nakað tjúkri enn t.d. Sisu + 10 kr.
 
Tað verður undirvíst á føroyskum .......og tosar eisini donskum
 
     
       
 
Paulina Eliasen FO
 
Eri uppvaksin í einum hondarbeiðsheimi, mamma mín var handarbeiðslærari og undurvísti í kvøldskúlanum.
 
Eg eri útbúgvin handarbeiðslærari frá Skals håndarbejdsseminarium í1982.
 
Havi undirvíst á Sankta Frans skúla í 3 ár. Búð á Syðradali á Kalsoynni síðani 1985. Nú undirvísi eg á Húsarhaldsskúla Føroya, Føroya Hondarbeiðsskúla í Klaksvik, og kvøldskúlanum í Kollafirði. Eg undirvísi í nógvum ymiskum, brodering, binding, hekling, fø. bond, patchwork, silkimáling. o.a.

Eg havi brodera, turriklæð, fyriklæð og kýsa til Margrethu Drotning eisini havi eg brodera vest til ein fyrrverandi løgmann.
Umframt havi eg brodera og fyriskipa tað nýggju Bispakápuna og gjørt 25 messuaklar, eisini havi eg givið út bók  "Brodering til tann føroyska tjóðbúnan" til undirvísing.