VERKSTOVUR / Leygardagsverkstovur / 3.09 Myndabinding/Intarisia

3.09 Myndabinding/Intarisia

Tíð: Leygardag kl. 9.00 - 12.00
Stað: heima hjá Daisy 11
Undirvísari: Fjóla Hilmars ÍS

Hendan verkstovan er fyri  víðarikomin

Hevur tú hug at binda eina mynd?
Hendan myndin kann setast á klædnapløgg ella vera sjálvstøðug.
Tað verður arbeitt við einum serligum teknikki "Intarsia" og tað er einki til hindurs fyri at bundið verður runt. T.d. kann myndin bindast framman á troyggjuni, hóast at bulurin
verður bundin runt.
 
Her krevst bara eitt sindur av hugsavnan.
 
At hava við:
Ymiskar tógvrestir, nógvir litir. Passandi stokkar og helst rundar stokkar.
Skriviamboð + 20 DKK

Undirvíst verður á føroyskum, men tosar eisini enskt
 
 
Fjóla Hilmars ÍS
 
Fjóla lærdi at binda og hekla tá hon var um 5 ára gomul. 6 ár gomul byrjaði hon at seyma. Hon hevur altíð verið sera áhugað í handverki.
 
Fjóla hevur útbúgving sum designari frá Gt. Yarmouth College of Art and Design í Englandi, 1989.
Hon hevur seymað búnar fyri íslenska Þjóðleikhúsið í nógv ár og eisini til Íslensku Óperuni í 2014 og 2015.
 
Fjóla hevur havt framsýning í kunstbinding í Gallerí Sævars Karls í Reykjavík og Gallarí Ribarhús í Fuglafirði
Fjóla hevur í nøkur ár undirvíst binding bæði í Íslandi og Føroyum.