VERKSTOVUR / Leygardagsverkstovur / 3.10 Kasta uppá Guernsey mátan

3.10 Kasta uppá Guernsey mátan

Tíð: Leygardag kl. 14.00 - 17.00
Stað: heima hjá Daisy 11
Undirvísari: Fjóla Hilmars ÍS
 
Henda verkstovan er fyri nýbyrja, sum duga at binda.

Lær at kasta uppá ein øðrvísi hátt. Guernsey hátturin sær út, sum hann er gjørdur við maskinu. Her krevst eitt sindur av fingrafimi, vant verður í at kasta uppá og eisini verður víst, hvussu vakrar rendurnar verða, tá kastað verður uppá á henda hátt.

3-4 tráða tógvrestir, men ikki ov loðið. Stokkar nr, 4-5, helst rundar stokkar.
Skriviamboð + 20 kr.
 
Undirvíst verður á føroyskum, men tosar eisini enskt.
   


 
Fjóla Hilmars ÍS
 
Fjóla lærdi at binda og hekla tá hon var um 5 ára gomul. 6 ár gomul byrjaði hon at seyma. Hon hevur altíð verið sera áhugað í handverki.
 
Fjóla hevur útbúgving sum designari frá Gt. Yarmouth College of Art and Design í Englandi, 1989.
Hon hevur seymað búnar fyri íslenska Þjóðleikhúsið í nógv ár og eisini til Íslensku Óperuni í 2014 og 2015.
 
Fjóla hevur havt framsýning í kunstbinding í Gallerí Sævars Karls í Reykjavík og Gallarí Ribarhús í Fuglafirði
Fjóla hevur í nøkur ár undirvíst binding bæði í Íslandi og Føroyum.