VERKSTOVUR / Leygardagsverkstovur / 3.19 Øðrvísi ullaverkstova

3.19 Øðrvísi ullaverkstova í orðum og verki

Tíð: Leygardag kl. 9.00-12.00
Stað: í Høvdahúsinum 17
Undirvísari: Guðrun S. Hansen FO

Ert tú áhugað/áhugaður í ullaarbeiði, so er nógv at heinta á hesi verkstovuni, tú hevur eisini møguleika at spinna títt egna tógv.

Í mesta lagið 8 luttakarar vera á hesi verkstovuni.

À spinniversktaðnum í hugnaligari stovu við træbrettum, fær tú møguleika at arbeiða við upprunaligari føroyskari ull. Skinni hevur hingi uppi og rota, harvið er ikki klipt i ullina og lanolini (feitti) í ullini er varðveitt.

Eg greiði frá eginleikinum í ráullini.

Tú verður lærd at nappað, karða og spinna títt egna tógv, á rokki.

Tú fær møguleika at avgerða um tú vil hava samfingið
og/ella nappað tógv. Sum tú kann millum annað brúka sum effekt í tínum bundnum lutum.

Tað verður undirvíst á føroyskum.....og tosar eisini norðurlendskt

At hava við:
Tað einasta tú nýtist at hava við á verkstovuna, er títt forvitni og hugurin at royna okkurt nýtt.
Guðrun S Hansen FO
 
Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin handarbeiðslærari í Kerteminde 1990. Við veving sum høvuðsfag og spinning sum tilvalg.
Í 2004 var útbúgvin sum pedagogur.

Fyrst í 1990´unum hevði eg vevihandil í Havn, har vit seldu útgerð, vovin pløgg og litað føroyskt tógv.

Samstundis undirvísti eg á Føroya Blindastovni í veving og spinning. Og á Tórshavnar kvøld-og ungdómsskúla í veving.
Tey seinastu nógvu árini havi eg arbeitt sum námsfrøðingur.
Síðani 2014 havi eg arbeitt heima við veving og spinning burturav.

Eg vil á festivalinum fortelja um eginleikarnir í Føroysku ullini, vísa fjølbroytni í litunum og spinning í verki.

Tann føroyska ullin hevur altíð havt mín stóra áhuga. Tí hon er í serflokki, bæði viðvíkjandi dygd og litum.

Orðataki sigur ULL ER FØROYA GULL, og eru vit tey einastu í heiminum, sum eiga hesa rávøru sum vit eiga at fjálga um og virðismeta hana soleiðis, at ullin aftur kemur í hásæti.