TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Aftur hesaferð var seyður...

Aftur hesaferð var seyður...

 
 
Aftur hesaferð var tað seyður, sum setti Føroyar á heimskortið

Fyrst kom Bindifestivalurin og honum í hølunum “Sheepview”. Hetta var átak, sum Visit Faroe Island skipaði fyri, til marknaðarføring av Føroyum (seyðaoyggjunum).

At seyður hevur og hevur havt stóran týdning í føroyska samfelagnum, er eingin nýggjheit. Tað er gamalt at ull er føroya gull, tí virðisøkingin av ullini átti lívið í mongum húsarhaldum – hungurin bleiv hildin frá durunum var mangan sagt.

Við ullini og stokkunum fylgir ein aldargomul mentan, sum verður hevja høgt á Bindifestivalinum. Bindifestivalgestirnir hava tikið hetta til sín,  nøkur taka allar 3 dagarnar úr álmannakkanum, meðan onnur taka 2 ella bara 1 -  øll fyri at taka stokkarnar fram og koma á Bindifestival.

Bindifestivalurin vil saman við tykkum, varðveita hesa mentan og tað vitan hon hevur givið okkum, so eisini okkara eftirkomarar kunnu fáa gleði av henni.

Ein long røð av alskyns verkstovum, við heimligum og útlendskum kreftum sum undirvísarum. Av teimum gott 70 verkstovunum eru millum annað hesar verkstovurnar:

ULLA ARBEIÐI FYRI ØLL
PLANTULITAÐ TÓGV
BIND TAÐ FØROYSKA
BIND UPPÁ KROPPIN
BIND FLOTTAR FINESSIR
BIND TÍTT EGNA SNIÐ
50´INI OG 60´INI Á STOKKUNUM
TÁ “RANGLAN” SITUR VÆL
BIND SNAR
BIND HOL
BIND EINA MYND
BIND VIÐ FLEIRI LITUM
BIND TIL HEIMIÐ
ENDURSKAPA GOMLU PLØGGINI
HEKKLA TUNESISKT
HEKKLA BOBBLUR
HEKKLA FORMAR
HEKKLA “CORNER TO CORNER”
HEKKLA MODERNA

Ps. eftir 15. jan. ber til at velja sær verkstovu á heimasíðuni.

Bloggur
Til tey sum hava áhugað í at fylgja við Bindifestivalinum, kunnu nú fylgja okkum á Bloggingum, leinkið liggur á heimasíðuni www.bindifestival.com

Vit fara javnan at leggja ítøkiligt tilfar, myndir og tekst, um arbeiðið sum vit gera beint nú, vælkomin at vitja okkara bloggu.

Tilboðið
Vælumtókta jólatilboðið heldur áfram til 22.jan, og kann nú keypast fyri 1.990 kr.

Við ynski um gott nýggjár

Eileen og Steintóra