TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Av á hesum sinni

Av á hesum sinni

 
Av á hesum sinni
 
Fyriskipararnir á Bindifestivalinum vilja takka øllum, sum gjørdu tað møguligt at heiðra stokkunum og tess bindikonum - aftur í ár.

Øllum luttakarum, undirvísarum, fyrilestrarhaldarum, øllum sum løgdu hús til, bæði til gisting, fyrilestrar og til verkstovur í Fuglafirði og á Hellunum, og so eisini, at tað var møguligt at hava sølurtorg. Eisini ein tøkk til tykkum, sum arbeiddu og luttóku á annan hátt á Bindifestivalinum. Takk til Fuglafjarðar Kirkju, kirkjutænarar, vakurt streingjaspæl og prest, so hendan aftankvirran eisini gjørdist serlig.

Eisini vilja vit takka øllum, sum stuðlaðu fíggjarliga við lýsingum, beinleiðis stuðli og á annan hátt gjørdu at tiltakið hevði møguleika at virka. Tó skaraðu hesi burturúr Atlanitic Airways, Framherji, Betri og Fuglafjarðar Kommuna við fíggjarligum stuðli. Takk fyri tað.

Veðrið á Bindifestivalinum fáa vit einki gjørt við, men har tað er hjartarúm er eisini húsarúm og tað skulu tit hava stóra takk fyri.

Á sama hátt vóna vit at hava givið luttakarunum eina uppliving við góðum mati, hugtakandi og forvitnisligum fyrilestrum, og við siðbundnum og nýhugsandi verkstovum.

Vit ynski um eitt summar.
- vegna fyrireikararnar á Bindifestivalinum.

Steintóra og Sólgerð
 
 
DK:
Tak for denne gang

Arrangørerne av Strikkefestivalen vil gerne give en tak til alle, der har gjort det muligt, at ære strikkepindene og dermed også strikkende kvinder – igen i år.

Alle deltagere, undervisere, foredragsholdere, alle, der har lagt hus til, både til overnatning, foredrag og til workshops i Fuglafjørður og på Hellur, og at det også var muligt at holde markedspladsen. Også en tak til alle jer, der har arbejdet og deltaget på andre måder. En tak til kirken i Fuglafjørð, kirketjenere, flot strengespil og præst, så denne natkirke også blev til noget helt særligt.

Vi vil også takke alle dem, der har støttet økonomisk gennem annoncer, direkte støtte og på andre måder har bidraget til tilblivelsen af denne festival. Dog stikker disse særligt ud, Atlantic Airways, Framherji, Betri og Fuglafjarðar Kommuna, der alle har bidraget med økonomisk støtte. 1.000 tak.

Vejret under Strikkefestivalen er vi ikke herrer over, men hvor der er hjerterum er der også husrum, og det skal I alle have en stor tak for.

På samme måde håber vi også, at vi har givet deltagerne en oplevelse med god mad, betagende og nysgerrige foredrag og med traditionelle og nytænkende workshops.

Med et ønske om en god sommer.
-På vegne af arrangørerne af Strikkefestivalen
Steintóra og Sólgerð