TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Binditúrar

Binditúrar

Binditúrar á Bindifestivalinum - út á Ennið ella vestur í Dal, hetta eru tveir av túrunum

Góður matur, at ganga sær ein túr, kveikjandi fyrilestrar og forvitnisligt sølutorg – tað eru eyðkennir, eins og stokkar eisini mynda Bindifestivalin. Á vælumtóktu gongutúrinum verður eisini søgufróði ferðaleiðarin Petur Martin Petersen.

Hósdag og leygardag kl. 10 og kl. 15 verða 4 styttri túrar gjørdir í Fuglafirði. Fríggjadagurin er settur av til tey, sum vilja meira, enn bara at ganga ein stuttan túr.

Binditúrar
Ein av túrunum verður út á Ennið – Fuglafjørður broytir skap, Kambur loypir steyrrættur upp úr fjallarøðini hinumegin landi. Vinnulívið liggur beint við tínar føtur. Ein kveikjandi og hugvekjandi túrur.

Vit fara eisini vestur í Dal og hagani hevur tú sýnið úr erva yvir býin – har er friðsælt og vakurt. Lendið við sínum stóru gjáum og áum gera sínar skeinur í fjallasíðurnar og niðri við sjóvarmálan, liggur fjálgi býurin.

Til ber at lesa meira um túrarnar á heimasíðuni og Petur Martin Petersen verður ferðaleiðari á øllum túrunum.

Hvør kann luttaka?
Øll, sum hava keypt sær armband kunnu luttaka, á áhugaverdum gongutúrum hósdagin og leygardagin, men tey mugu bíleggja sær pláss áðrenn, tí at tað er avmarkað atgongd til túrarnar. Til túrin fríggjadagin, sum verður nevndur eksklusiv uppliving skal keypast serstakt atgongumerki.

Eksklusiv uppliving – heildagstúrur við fullum pakka
Fríggjadagin verður ein longri túrur, og tá vitja vit grannabygdina Hellurnar - hesin túrur er fyri tey, sum eru von at ganga í náttúruni. Hellurnar er ein lítil bygd við umleið 10 fastbúgvandi fólkum.

Eisini á hesum túrinum verður Petur Martin Petersen frásøgumaður, hann hevur óteljandi ferðir gingið niðan á Skarðið og omanaftur hinuvegin og er fyltur við livandi søgum.

Gingið verður eftir tí gomlu postgøtuni úr Fuglafirði til Hellurnar, har vitja vit húsini hjá Lamba Símun, sum Jústinus Ejdesgaard eigur í dag. Húsini eru endunýggjaði og útbygd við rekaviði og avgjørt eina vitjan verd, einastandandi av sínum slag og gjørd til nútíðarhús. Her fáa vit okkum ein betri bita, sum Café Fríða borðreiðir við.

Sum dagurin líður fara vit á verkstovu heima hjá Jórun og Hansinu, tað eru Hallbjørg og Maiken, ið skulu hava verkstovu hinummeðin fjallið hendan dagin. Sum klokkan nærkast 17 verður rigga til at sigla heim til Fuglafjarðar aftur.
-------------------------

Tú fært ein fyrimun, um tú hevur keypt tær armband og fingið bíleggingarnummar.
Trý tey fyrstu, sum senda sms til tlf. 744720 og upplýsa bíleggingarnummarið og navnið á tí persóni, sum eigur armbandi, fáa eitt atgongumerki til eina verkstovu, sum tey velja sjálvi. Vit kunngerða vinnandi bíleggingarnummar á heimasíðuni og á facebook.

Síggjast á Bindifestivalinum