TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Ein hugnalig tíð, ...

Ein hugnalig tíð, ...

 
Ein hugnalig tíð, meðan bíða verður eftir hátíðini miklu
 
Tað kennist á huglagnum, at vit eru í gávuhýri, og ongantíð á árinum hugsa vit so nógv um hvønn annan sum á jólum.

Eins og jólini eru við ársenda á hvørjum ári, so lívgar Bindifestivalurin bygdalagið beint eftir páskir - á triðja sinni - 27.– 29. apríl 2017.

Leisturin hesaferð er verkstovur, fyrilestrar, frokostur, pallborðsfundur, kvøldsetur, gongutúrar, eksklusiv uppliving, tónleikur, bindicafé og sølutorg.

Fyri at varðveita høgu góðskuna á festivalinum hava vit leita við luppi eftir dugnaligum undirvísaranum og øðrum aktørum at luttaka á okkara bindifestivali, hetta koma vit at kunngerða á heimasíðuni í næstum.

Sølan er byrjað
Søla av armbondum, verkstovum og kvøldsetum er byrjað. Til ber at keypa á heimasíðuni ella við at ringja 744720 ella 216888. Til jóla hava vit serligar Bindifestivalpakkar til tey, sum skulu hava eina gávu og hesir kunnu eisini keypast á heimasíðuni www.bindifestival.com

Lykilin
Eins og undanfarnu ár, so er armbandið lykilin til festivalin. Við í keypinum fært tú frokost, atgongd til fleiri áhugaverdar fyrilestrar, bæði við føroyingum og útlendingum, tú kanst eisini fara á bindicafé og fáa tær ein drekkamunn og eitt prát – allar dagarnar, frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Tú hevur eisini møguleika at keypa tær luttøku á alskyns verkstovum, við útvaldum undirvísarunum, eins og kvøldseta er til serprís fyri tey sum hava armband, bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið

Blogga
Tað er fleiri, sum vilja fylgja við fyrireikingini av Bindifestivalinum og tí hava vit gjørt eina bloggu, sum er atkomulig hjá øllum. Hygg inn á her http://bindifestival.blogspot.com/ um tú vilt vita meira, vit leggja javnan myndir út við eitt sindur av teksti.

Hugni tykkum við stokkunum til vit hoyrast aftur – í meðan kunnu tit blaða verkstovurnar ígjøgnum á heimasíðuni og síggja stóra úrvalið, sum verður á komandi Bindifestivali.

Vinarliga

Eileen og Steintóra