VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / EKSKLUSIV UPPLIVING 1 við verkstovu, at hekkla inniskógvar

EKSKLUSIV UPPLIVING 1 við verkstovu, at hekkla inniskógvar

Tíð: Fríggjadag kl. 10.00 til uml. kl. 19.30
Stað: verkstovan verður á Hellunum heima hjá Jórun 25
Undirvísari: Hallbjørg Eliassen FO
 
Legg til merkis, at prísurin á hesum túrinum er 3 verkstovur = 375 kr. x 3.
 
EKSKLUSIV  UPPLIVING: 
gang/koyr - et - hekkla - sigl - við ferðaleiðara og undirvísara
 
Vit ganga upp um Skarðið, gomlu postgøtuna til Hellurnar við ferðaleiðara, fáa okkum ein góðan bita í heimligum umhvørvi, áðrenn fari verður til verka.
Umleið kl. 17.30 verður lagt frá landi aftur og silgt verður við skúlaskipinum Draganum,
sum siglir okkum aftur á Fuglafjørð.
.
Luttakararnir, sum velja at ganga skulu vera vanir at ganga í náttúruni. Onnur kunnu verða koyrd við bili. Øll taka farleiðina á sjónum heimaftur.
 
Um ikki viðrar, so kann túrurin verða tillagaður umstøðurnar.
 
 
 
 
 
 
 
_____
 
Verkstova frá 14.00 - 17.00
 
Dugir tú at hekkla - bara vanligt, so sum lm og stgm, so er henda verkstovan til tín.
 
Hekkla inniskógvar, sum eru heitir og sita væl á fótinum.
Vit læra at byggja botnin upp á skógnum og síðan at forma skógvin til fótablaðið, so hann passar til fótin.
 
At hava við
Tógv sum er vælegnað er "Fritidsgarn" ella líknandi.
Tveir ymiskar litir
Hekklinál 5½ ella 6
Ætlar tú at hekkla teir minnu skógvarnar, so skalt tú hava fínari tógv og passandi hekklinál.
 
 
 
 
Hallbjørg Eliassen FO
 
Eg eiti Hallbjørg Eliassen, eg starvist dagliga sum námsfrøðingur í einum Frítíðarskúla.
 
At binda er nakað, ið altíð hevur hugtikið meg, og eg havi bundið síðan eg var smágenta. 
 
Eg bindi siðbundið eins og mær eisini dámar nýggjar avbjóðingar, s.s. at arbeiða við litum, mynstrum, ymiskum teknikkum.