VERKSTOVUR / Fríggjadagsverkstovur / EKSKLUSIV UPPLIVING 2 við verkstovu, holfaldsbinding

EKSKLUSIV UPPLIVING 2 við verkstovu, holfaldsbinding

Tíð: Fríggjadag kl. 10.00 til uml. kl. 19.30
Stað: verkstovan verður hjá Hansinu á Hellunum
Undirvísari: Maiken Steinberg FO

Legg til merkis, at prísurin á hesum túrinum er 3 verkstovur = 375 kr. x 3.

EKSKLUSIV UPPLIVING:
gang/koyr - et - bind - sigl - við ferðaleiðara og undirvísara

Vit ganga upp um Skarðið, gomlu postgøtuna til Hellurnar við ferðaleiðara, fáa okkum ein góðan bita í heimligum umhvørvi, áðrenn fari verður til verka.
Umleið kl. 17.30 verður lagt frá landi aftur og silgt verður við skúlaskipinum Draganum,
sum siglir okkum aftur á Fuglafjørð.
.
Luttakararnir, sum velja at ganga skulu vera vanir at ganga í náttúruni. Onnur kunnu verða koyrd við bili. Øll taka farleiðina á sjónum heimaftur.

Um ikki viðrar, so kann túrurin verða tillagaður umstøðurnar.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Henda verkstovan er fyri øll, sum vanliga binda  - vit læra at binda holbinding
 
At hava við
Tógv, bummull og ull, í fleiri litum og hartil hoyrandi stokkar, t.d. stokkar nr. 3,5-4,5
50 kr. fyri uppskrift
 
Undirvíst verður á føroyskum, donskum, enskum og týskum
 
 
 
 
     
 
 
Maiken Steinberg FO
 
Tey seinastu árini havi eg m.a. undirvíst inna kreativa hondbinding undir kvøldskúlaskipanini.

Eg arbeiði eisini fyri Navia og havi verið leiðari á visitnoroyð.

Eg havi altíð gingið nógv í fjøllinum, og eri tað serliagni har eg fári mín íblástur og kreativ hugskot.

https://www.facebook.com/JAMM-design-144413329047/

á Instagram eri eg eisini at finna handan: maikensteinberg