TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Et øðrvísi og heilsugott

Et øðrvísi og heilsugott

 
Et øðrvísi og heilsugott á Bindifestivalinum
 
Fríða Kaffihús fer at borðreiða gestunum frokost. Mimmy Vágsheyg saman við Daisy J. Iversen, sum er útbúgvin kokkur, fara at gera okkum leskiligan og heilsugóðan frokost á Bindifestivalinum.
 
Tað sum eyðkennir borðreiðingina hjá Fríða Kaffihús er nærlagni og vælsmakkandi matur.

Daisy er ættað úr Hoyvík og fór niður sum 14 ára gomul.  Eftir at hava búð bæði í Danmark og Grønlandi, er hon komin heimaftur í heyst við eini skjáttu av útbúgvingum.  Har ímillum við 4 ára útbúgving sum kokkur og við royndum frá kendum donskum matstovum. Hetta fara bindifestivalgestirnir nú at njóta gott av.

– øll tey, sum hava keypt sær armband, verða boðin til háborðs.

Heilsugóður matur
Raw food salat - ein heilsugóð máltíð við fiburríkum grønmeti. Til hesar vælsmakkandi salatir verður tilfarið m.a. hetta: hvíttkál, kovaostur, sitrón, gularøtur, kikkertrar, nektarinir og bønir.

Allar tríggjar dagarnar bjóða vit serstaka suppu við smakki úr fjarskotnum londum - frá Mexico til miðalhavið, eins og heitt og nýbakað breyð afturvið er ein sjálvfylgja.

Royn eisini tær vælsmakkandi terturnar við eitt nú saltfiski og høsnarunga.

Møguleiki er eisini fyri at fáa vegetarmat.

Njót løtuna og samveruna – tí omaná verður ein góður kaffimuður, har bjóðað verður tvær tær best umtóktu køkurnar hjá Fríða Kaffihúsi: gularótakøka og sjokulátabanan.

Fá íblástur og tak onkra av matupplivingunum við tær heim.
 
Vit síggjast á Bindifestivalinum