TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Fjølbroyttar verkstovur á Bindifestivalinum.

Fjølbroyttar verkstovur á Bindifestivalinum.

 
Tað ber framvegis til at keypa armbond og verkstovur á heimasíðuni ella við at ringja á 227 036. Legg til merkis, at tú mást keypa tær verkstovu, áðrenn tú fert at velja, hvørja verkstovu tú skalt luttaka á.
 
Prísurin á 1 verkstovu er 375kr, um tú hevur armband og 475kr, um tú ikki hevur armband.

“The Needles Art” er yvirskriftin á Bindifestivalinum 2018. Tað verður lagt upp til fjølbroytni og her verður eisini hugsa um at fríska upp brúkt pløgg ella tað, sum eisini verður kalla fyri endurnýtslu – og at gera meira burturúr tí vit fáast við, vit fara at geva handverkinum eina sál.

Nýtt “look”
Fleiri verkstovur leggja upp til at taka gomlu troyggjuna, turruklæði, hosirnar ella vøttirnar við tær, og geva tí eitt nýtt “look”, sum vit plaga at siga tað. Tað verða nógvar verkstovur til júst hetta høvið – 4 ymiskar og við undirvísara úr 4 ymiskum londum. Ein av okkara egnu, og ein úr Ísland, Norge og Danmark fara at leggja lag á, fleiri hava drúgvar royndir at vísa á og eru at síggja í bindibókum. Hesar verkstovur bjóða:

Brodera á pløgg – nógvir háttir at velja ímillum
Binda serligar kantar – fleiri verkstovur
Hekkla flottar kantar

Ein av undirvísarunum sigur tað soleiðis, at plaggi er hálvliðugt, tá tú ert liðug at binda – tað, sum kemur aftaná, ger plaggið liðugt. Ja, nógv spennandi og nýhugsandi er á skránni, so lesi verkstovurnar væl ígjøgnum, áðrenn tit velja.

Dupultbinding
Ongantíð áður hava so nógvar verkstovur verið at valt ímillum í dupultbinding. Tað verða verkstovur fyri nýbyrjarar, víðarkomin og so tey sum vilja útfordrast eitt sindur út yvir tað vanliga. Ógvuliga spennandi toymi av undirvísarum við drúgvum royndum og stórum forvitni - geri tykkum ómak, tá tit fara at velja, so tú kemur á røttu verkstovuna.

Ull
“ Klandrast og klórast allan dagin og hálsfevnast um náttina” git mær hvat tað er? Soleiðis plagdi man at spyrja - hetta var eisini kalla at gita gátur. Vit fara ikki at gita gátur, men vit fara at klandrast og klórast, sum tikið verður til í gátuni. Tað er gamla ullaamboðið, ein karður sum fer til arbeiðis aftur.

Ja, aftur hesaferð er møguleiki at koma á ullverkstovu. Umframt, at Guðrun úr Nólsoy fer at taka okkara gamla siða- og mentanararv fram hesar dagarnar, við at undirvísa og siga frá, um at karða og at spinna, so fer íslendska Hafdís at læra okkum at spinna á turkiskari snældu – hetta er eisini ein forvitnislig endurnýtslu verkstova.

Hetta eru bert nakrar av verkstovunum, sum verða á Bindifestivalinum. Ein vanlig verkstova er 3 tímar og í einkultum førum er verkstovan 6 tímar, tá verður tað kalla dupult verkstova.

Frá 15. jan. kanst tú velja tær verkstovu. Fær inn á heimasíðuna og finn tær fram “Vel tær verkstovu”. Tá tú velur tær verkstovu skalt tú upplýsa bíleggingarnr. og síðani setir tú flugubein í, útfyri fær verkstovurnar tú ynskir at luttaka á.

Við Bindifestivalkvøðu
Steintóra og Sólgerð
 


DK

Forskelligartede workshops på Strikkefestivalen.


Det er stadig muligt at købe armbånd og workshops på vores hjemmeside eller ved at ringe på +298 227 036. Vær opmærksom på, at du må købe adgang til workshops inden du kan vælge dig hvilke workshops du gerne vil deltage i.

Prisen på en workshop er 375,- DKK, hvis du har et armbånd, og 475,- DKK, hvis du ikke har et armbånd.

”The Needles Art” er overskriften på Strikkefestivalen 2018. Det bliver lagt op til forskelligartethed og her bliver der også tænkt på at friske op på brugte beklædningsgenstande eller det, der også bliver kaldet for genbrug – og at gøre mere ud af dét vi arbejder med. Vi giver håndværket en sjæl.

Nyt ”look”
Flere af workshopsene lægger op til at man tager sin gamle trøje, tørklæde, sokker eller vanter med sig og giver det et nyt ”look”, som man plejer at sige. Der vil være mange workshops, der giver mulighed for dette – 4 forskellige med undervisere fra 4 forskellige lande. En af vores egne, én fra Island, Norge og Danmark kommer og instruerer i dette. Flere af dem har mange erfaringer og er at finde i strikkebøger. Disse workshops byder på:

Brodere på beklædningsgenstand – mange metoder at vælge imellem
Strik særlige kanter – flere workshops
Hækle flotte kanter

En af underviserne siger således, at beklædningsgenstanden er kun halvfærdig, når du er færdig med at strikke – det er dét, der kommer bagefter, der færdiggør beklædningsgenstanden. Ja, meget spændende og nytænkende er på programmet, så læs alle workshops grundigt igennem, inden I vælger.

Dobbeltstrik
Aldrig før har der været så mange workshops at vælge imellem i dobbeltstrik. Der vil være workshops for begyndere, øvede og dem der gerne vil udfordres lidt ud over det sædvanlige. En meget spændende gruppe af undervisere, med mange erfaringer og stor nysgerrighed – Gør jer umag, når I skal vælge, så du kommer på den rigtige workshop.

Uld
”At kives og kradse hele dagen, og omfavnes om natten” gæt på hvad det er? Således plejede man at spørge – dette kaldte man også for at gætte gåder. Men vi skal ikke gætte gåder. Vi skal kives og kradse, som det bliver nævnt i gåden. Det er et gammelt uldværktøj, en uldkarte, der kommer på arbejde igen.

Ja, igen i år er der mulighed for at komme på uldworkshop. Udover at Guðrun, fra Nólsoy, i disse dage, tager frem vores traditions- og kulturarv, ved at undervise og fortælle om at karte og at spinde, så kommer den islandske Hafdís også for at lære os at spinde på en tyrkisk håndten – dette er også en spændende genbrugs workshop.

Dette er kun nogle af de workshops, der kommer på Strikkefestivalen. En almindelig workshop varer i 3 timer, og i nogle tilfælde er workshoppen i 6 timer. Så bliver det kaldet en dobbelt workshop.

Fra den 15. jan. kan du vælge workshops. Gå ind på vores hjemmeside og klik på ”vælg workshop”. Når du vælger workshop skal du oplyse dit bestillingsnr. Hvorefter du sætter flueben ud for de workshops du ønsker at deltage i.

Med Strikkefestival hilsner
Steintóra og Sólgerð