TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Forvitnisligir fyrilestrar - við ella uttan stokkar

Forvitnisligir fyrilestrar - við ella uttan stokkar

Mentanarvirðisløn Landsins 2017 varð latin Barbaru í Gongini, sum er klædnasniðgevi og fær íblástur úr føroysku náttúrini. Hon fekk virðislønina fyri at hava ment eitt burðardygt klædnamerki, umframt at hennara sniðgeving hevur fingið viðurkenning um allan heim.

Á Bindifestivalinum skortar heldur ikki uppá nýhugsan og hava vit eisini fingið íblástur úr burðardygga rákinum, sum hevur leitað til okkara. Fjølbroytt úrval av fyrilestrum verða til umrøða við nógvum viðkomandi evnum.
----------------
Endurnýtsla
Millum forvitnisligu fyrilestrarnar, sum verða til umrøðu, kunnu nevnast “Burðardyggur móti”, har Elin Lindenskov fer at tosa um “Hvussu kann mín klædnanýtsla fylgja mótanum og verða burðardygg?” Elin hevur egi virki, har hon framleiðir ymiskar vørur úr endurnýtslu og resttilfari.
“Ovurnýtlsa” er fyrilesturin ið vil kveikja áhugan hjá áhoyrarunum, at hugsa seg um og seta spurning við, hvat teimum tørva og hvat er oyðsl. Fía Heinesen er 34 ár og hevur lisið til tekstilmiðlara á UCC í Keypmannahavn.
--------------
Handarbeiði og kreativitetur
Eisini hoyra vit Pernille greiða frá, hvussu hon brennir fyri tí hon fæst við í dag. M.a. fordjúpaði hon seg í tunestikari hekling, sum er alda gamal háttur og hevur sín uppruna í Asia. Í dag hevur hon gjørt fleiri mynstur, sum passa sera væl inn í norðurlendskan stíl.
Sidsel, sum byrjaði at binda, sum 4 ára gomul og sum í dag er bindisniðgevi, er kend frá fleiri bindibókum, fer at vísa hvussu hon arbeiðir við smálutum og spennandi litsamansetingum.
Vit fara eisini at hitta Harriet, sum í dag hevur halgað sítt lív til at vera kreativ.

Aðrir forvitnisligir fyrilestrar
Íslendska Hafdis gloppar dyrnar inn í sína bindi verð og hvussu hon brúkti bindimynstur til tónleika framleiðslu. Hon gjørdi ikki minni enn eitt tónleikastykki fyri synfoniorkestur úr bindimynstrum.

Eisini fer Birgitte at greiða frá, hvat hekling ger við sálina og heilan. Birgitte er útbúgvin sjónleikari frá Århus Teater elevskole og í dag undirvísir hon eisini í drama.

Guiness rekordbók hevur útnevnt Selbu Husflidslag fyri at hava bundið heimsins størsta vøtt. Tað blivu kastaði 400 eygur uppá og tað hava umleið 90 kvinnur bundið vøttin. Vøtturin fer út at ferðast og kemur eisini at vitja á Bindifestivalinum saman við fleiri kvinnum frá Selbu Husflidlag. Selbu vøttirnir eru kendir um allan heim, tað eru teir við stjørnuni á handarbakinum.
- Oddbjørg fer at greiða frá Selbu vøttinum og fer eisini at fortelja um bindimentanina heima í Selbu.

” Gev og tær skal vera givið!”. Tað góða lívið snýr seg í stóran mun um at geva og at móttaka og er ein fortreyt fyri at vit kunnu fáa sálarliga føðslu. Søgur, sagnir, sálarfrøðin og heimspekin vísa aftur og aftur á hetta. Kom og hoyr hugleiðingar um hetta áhugaverda evnið, sum Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri fer at umrøða.

“Lagnubørn – tigandi arvurin” hetta er granskingarverkætlan Sigbritt sjálv hevur gjørt og fer at greiða frá. Vit vita at føroyingar gjøgnum tíðirnar hava uppliva nógvar ógvusligar hendingar, men hvussu var tað handfari og hvussu hevur tað ávirka?
 
Fylg við í skránni hvar og nær fyrilestrarnir verða hildnir.
 
Tað er ókeypis fyri tey, sum hava armband og onnur kunnu keypa atgongd við dyrnar, um nakað pláss er eftir.

Vælkomin á bindikafé til fyrilestur og ein góðan drekkamunn.
Sólgerð og Steintóra
 
 
DK
 
Nysgerrige foredrag – med eller uden strikkepinde

Barbara í Gongini, der er beklædningsdesigner, og får inspiration fra den færøske natur, har fået Landets Kulturpris 2017. Hun fik denne pris for at have opbygget et bæredygtigt tøjmærke, med mere har hendes design fået anerkendelse rundt verdenen.

På Strikkefestivalen er der heller ikke mangel på nytænkning og vi har også fået inspiration fra den bæredygtige bølge, der har fundet sig vejen til os. Et stort udvalg af forskellige foredrag vil være til omtale med mange vedkommende emner.
------------------
Genbrug
Blandt de nysgerrige foredrag, der vil være til omtale, kan vi nævne ”Bæredygtig mode”. Hvor Elin Lindenskov vil fortælle om ”Hvordan kan mit tøjbrug følge moden og være bæredygtigt?” Elin har sin egen virksomhed og fremstiller forskellige varer ud af genbrug og restmaterialer.
”Overforbrug” er foredraget, der vil vække interessen hos tilhørerne, og få dem til at tænke sig om og sætte spørgsmål til, hvad de har brug for og hvad er fråseri. Fía Heinesen er 34 år og har studeret tekstilformidler på UCC i København.
----------------
Håndarbejde og kreativitet
Vi kommer også at høre Pernille fortælle om hvordan hun brænder for det hun arbejder med i dag. Hun har bl.a. fordybet sig i tunesisk hækling, som er en oldgammel teknik, der har sin oprindelse fra Asien. I dag har hun lavet flere mønstre, der passer godt sammen med den nordiske stil.

Sidsel, der begyndte at strikke når hun var kun 4 år gammel, er i dag strikkedesigner og er kendt for sine mange strikkebøger. Hun kommer og viser hvordan hun arbejder med små detaljer og farvesammensætninger.

Vi vil også møde Harriet, der i dag har viet sit liv til at være kreativ.
---------------
Andre nysgerrige foredrag
Den islandske Hafdís lukker døren op ind i sin strikkeverden og om hvordan hun brugte strikkemønstre til at producere musik. Hun har produceret et musikstykke til symfoniorkester, ud fra strikkemønstre.

Birgitte kommer også og fortæller om, hvad hækling gør ved hendes sjæl og hjerne. Birgitte er uddannet skuespiller fra Aarhus Teater elevskole, og i dag underviser hun også i drama.

Guinness Verdensrekord bog har udnævnt Selbu Husflidslag for at have strikket verdens største vante. Der blev kastet 400 masker på og der har været ca. 90 kvinder med til at strikke vanten. Vanten rejser rundt og kommer også på besøg hos Strikkefestivalen, sammen med flere kvinder fra Selbu Husflidslag. Selbu vanterne er verdenskendte for sit stjernemønster på håndryggen.
- Oddbjørg kommer og fortæller om Selbu vanten og om strikkekulturen hjemme i Selbu.

”Giv og dig skal være givet!”. Det gode liv gælder i stor grad om at give og at tage imod, og er en forudsætning for at vi kan få næring til sjælen. Historier, sange, psykologien og filosofien henviser også til dette, igen og igen. Kom og lyt til nogle refleksioner som Sigbritt við Neyst, udviklingspsykolog, har om dette spændende emne.

”Skæbnebørn – den tavse arv”. Dette er et forskningsprojekt Sigbritt selv har lavet og vil fortælle om. Vi ved at færinger, gennem tiderne, har oplevet mange voldsomme hændelser, men hvordan er det blevet håndteret og hvordan har det påvirket?

Følg med i programmet om hvor og hvornår foredragene bliver holdt.

Det er gratis for alle dem, der har armbånd. Alle andre kan købe adgang ved døren, hvis der er pladser tilbage.

Velkommen på strikkecafé til foredrag og en god kop kaffe/te.
Sólgerð og Steintóra