TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / ...í gaman og álvara

...í gaman og álvara

 
 
Bindifestivalurin í gaman og álvara

Tá nógvir smálutir verða settir saman, fáa vit eina heild og Bindifestivalurin í Fuglafirði, tað er ein sovorðin heild, sum aftur hesaferð eins og undafarnu ár, verður bæði spennandi og forvitnisligur.

Umframt, at vit fara á verkstovu, til fyrilestur, á kaffihús ella ein gongutúr, so vera kvøldsetur fríggjakvøldið og leygarkvøldið og kvøldseturnar vera á norðurendskum máli – minnist til at taka stokkarnar við á kvøldsetu.

Fríggjakvøldið
verður temaði “50´ini og 60´ini” – alt verður stákað upp í besta 50´og 60´ara stíl. Vit arbeiða júst nú við at seta nøvn á og vit kunnu kunngerða at:
Jens Marni Hansen, Ria Tórgarð og Súsan í Jákupstovu, sum saman við fleiri øðrum vera tey, sum koma at seta sín dám á kvøldsetuna fríggjakvøldið og sjálvandi verður ein góður drekkamuður at fáa, sum vit kenna aftur frá tí tíðina.

Leygarkvøldið
verður temaði “føroyskur hugni”- har m.a. livandi “bundnar søgur” við Svanhild Strøm, eitt innslag um at “binda frið” frá Vithard, Prince of knitting, felagssangur, skemt, upplestur - hetta verður nakað av tí, sum vit fara at uppliva eins og vit fáa ein góðan kaffimunn meðan borðreitt verður við salat og góðum bindiklubba køkum. Umframt fer livandi tónleikur at mynda leygarkvøldsetuna.

Ein kvøldseta kostar 495 kr, um tú hevur armband, eisini ber til at fara á kvøldsetu uttan armband, tá vera 200 kr lagdar aftrat prísinum.
---------------------------

Tú fært ein fyrimun, um tú hevur keypt tær armband og fingið bíleggingarnr.
Trý tey fyrstu, sum senda sms til tlf 744 720 og upplýsa bíleggingarnummarið og navnið á tí persóni, sum eigur armbandið, fáa eitt atgongumerki til fríggjakvøldsetuna. Vit kunngerða vinnandi bíleggingarnummar á heimasíðuni og á facebook síðuni.

Hugni tykkum við stokkunum, til vit hoyrast aftur

Eileen og Steintóra