TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / heilsan frá Bindifestivalinum

heilsan frá Bindifestivalinum

Bindiáhugaðir føroyingar og útlendingar seta stevnu í Fuglafirði 27. -29. apríl 2017 – set tær longu nú tíðina av, so tú kanst luttaka allar dagarnar!

Hetta er festivalurin tá møðgur og systrar hugna sær, vinkonur og sysktinabørn hittast á ein ørðvísi hátt og tá øll bindiáhugaði kunnu samlast til gaman og álvara.

Eins og undafarnu ár verða hópin av fjølbroyttum verkstovum. Hesaferð fara vit at víðka tilboðið til morgun-dag- og kvøld verkstovur, so øll fáa møguleikan at luttaka.
Bindifestivalurin fer m.a. at bjóða til fyrilestrar, tónleikainnsløg, binditúrar, frokost, café, sølutorg og kvøldsetur.

Hesaferð fer Bindifestivalurin at seta fokus á binding í 50’ og 60’inum. Hetta var tá øll konufólk í Føroyum dugdu at binda, øll børn áttu eina skúlatroyggju og flest øll áttu eina troyggju til eitt hvørt høvi. Mynstrutar troyggjur í alskyns litum við stórum og smáum mynstrum. Opnar troyggjur og heilar troyggjur, niður í buksurnar og uttaná skjúrti – øll vóru í troyggju.

Heimasíðan verður dagført seinni í heyst og í des. fer at bera til at ogna sær armbond, verkstovur og atgongd til kvøldsetur. Øll, sum ogna sær eitt armband hava um somu leið keypt sær atgongd til m.a. fyrilestrar, gongutúrar og frokost fyri allar 3 dagarnar.
-------------------
Fyrireikarnir takka øllum teimum mongu, sum góvu sær stundir til at gera eina eftirmeting í brævi, telduposti ella telefon á seinasta bindifestivali. Tað kemur altíð væl við at fáa eina vegleiðing og tí gleða vit okkum eisini komandi bindifestival.

Eisini vilja vit takka øllum, sum keyptu lýsing í skránni, fyri ókeypis høli og ikki minst fíggjarligum stuðli, tað er tykkum fyri at takka, at Bindifestivalurin kann bjóða “góðsku” og tað vóru fyrireikarnir eisini sera stoltir av.

Tá úrslitið av Bindifestivalurin fyrilá, bleiv avgjørt at lata eina gávu til Leguhúsið í Nesvík á 15.000 kr. til verandi byggiætlan.

Vit hoyrast aftur í heyst

Bindifestivalurin í Fuglafirði