MATSTAР/ KAFFIHÚS

KAFFIHÚS

Kaffihús á Sølutorginum
Á sølutorginum verður ein hugnalig Café í hugnaligum umhvørvi. Anette Sonne, dekoratørur, fer saman við næminginum á dekoratióinsholdinum frá Miðnám á Kambsdali, at prýða og hugna um á Sølutorginum. Sølutorgið verður í Bilsavninum og tað verður spennandi at síggja, hvussu hølið kann broytast tá kreativar hendur taka yvir.

Starvsfólk frá Dugna á Kambsdali koma at standa handan diskin og fjálga um á Café´ini.

Kaffihúsið á Sølutorginum hevur opið frá kl. 10-18

Kaffihús í Gallarí Ribarhús
Í gamla pakkhúsinum, beint omanfyri Sølutorgið verður gallaríið eisini til café hesar dagarnar. Hugnaligt gallarí, har tað gamla og nýggja møtast á ein forvitnisligan hátt.

Veggirnir verða prýddir av ungu listakvinnuni Helenu Kjeld úr Fuglafirði, sum fyri stuttum er afturkomin úr Japan. Ein litrík framsýning, sum fer at siga søgur um: “Tað, sum tey ungu síggja og tey gomlu minnast” seinni í ár fer Helena á listaskúla í Cambridge.

Kaffihúsið í gallarí Ribarhúsi verður opið hesar trýggjar dagarnar frá kl. 13-21

 
 
 

Olevina Sundskarð

Kondittarí Marietta
Handan kondittaríið er Olevina Sundskarð, sum er útlærd kondittari við bronsuheiðursmerki frá Condittori & Café H. C. Andersen og sum eisini hevur starvast hjá Andersen Bakery Tivoli til 2016.

Umframt tað hevur hon gjørt køkur til ymisk tiltøk m.a. hjá Kongshúsinum.