ONNUR TILTØK / Binditúrar / Kirkjan – fornminni

Kirkjan – fornminni

 
Nær: Leygardag, 29. apríl
Tíð: kl. 15:00
Longd: 1-1½ tíma

Vit møtast á torginum við Mentanarhúsið. Fyrst verður farið eftir sandinum – um flóð/fjøra loyva hesum – heim til Gjógvará. Her verður víst á, hvar víkingartíðargarður okkara hevur ligið og fyrstu fuglfirðingarnir hava búleikast mitt í 10. øld, og sagt verður frá um útgrevsturin í 1956.
 
Hiðani fara vit norður til standmyndina av bíbliuumsetaranum Victor Danielsen, sum eisini eigur sína søgu, og síðani á Bug, har vit fara innar í Gamla Skúla frá 1882, har sagt verður frá skúlanum og eitt sindur um skúlasøguna. Eisini verður í stuttum nevnt um, hvat hesi hús í dag verða brúkt til.
 
Síðan verður farið niðan í Høvdahúsini – elstu varðveittu sethús í bygdini. Her verður søgan søgd um hesi hús og um, hvussu tey nú standa her á sínum fjórða staði.
 
Úr Høvdahúsunum verður farið yvir í kirkjuna. Her verður í stuttum sagt frá um kirkjusøguna í bygdini, har hendan kirkjan – bygd í 1983 – er næsta kirkjan á hesum stað. Hin fyrra var bygd í 1871
 
Bílegg pláss (tað er avmarkað atgongd) við at senda mail til bindifestival@gmail.com ella her