ONNUR TILTØK / Kunningardiskur

Kunningardiskur

 
Kunningardiskurin á Bindifestivalinum er í Mentanarhúsinum og letur longu upp mikudagin 18. apríl kl. 17.
 
Við Kunningardiskin kanst tú gjalda við gjaldskorti og kontant.
 
Tey, sum hava keypt armband
Nøkur hava ikki fingið atgongumerkið við postinum, men tey kunnu avheinta brævbjálvan her.
Atgongumerkið skal eisini býtast um við armband við Kunningardiskin.
 
Hevur tú ikki keypt armband
So leingi, sum armbond eru eftir kunnu tey keypast á heimasíðuni fram til 16. apríl og við Kunningardiskin frá 18. apríl kl. 17. Prísurin er 895kr v/frokost og 595kr u/frokost.
 
LIVEtónleik
So leingi, sum atgongumerki eru eftir kunnu tey keypast á heimasíðuni fram til 16. apríl og við Kunningardiskin frá 18. apríl kl. 17. Prísurin hjá teimum, sum hava keypt armband er 475kr. og tey sum ikki hava keypt armband er 675kr.
 
Verkstovur
Verkstovur kunnu eisini keypast, so leingi nakrar eru eftir. Prísurin fyri tey, sum hava keypt armband er 375kr. og tey sum ikki hava armband er 475kr. 
 
Onki armband/fyrilestrar
Ynskir tú at keypa tær atgongd til bindicafé og fyrilestur, so fer at bera til at keypa sær atgongumerki til 3 tímar – frá kl. 9-12, kl.12-15, kl. 15-18 og kl. 18-21.

Hesi atgongumerki fáast til keyps við dyrnar, har einstaka tiltakið er fyri 175kr. og kunnu tí ikki bíleggjast frammanundan.
 
Onki armband/gongutúrar
Ynskir tú at keypa atgongd til gongutúrarnar, so fer at bera til at keypa sær atgongumerki fyri 175kr fyri hvønn einstaka túrin, við Kunningardiskin í Mentanarhúsinum.
 
Til ber eisini at keypa matpakka til gongutúrin til Hellurnar við føroyskum viðskera fyri 175kr. Skal bíleggjast í seinasta lagið fríggjadagin 20. apríl.
--------------------------------

Tað fer altíð at loysa seg at keypa ARMBAND fyri 895 kr. Við hesum armbandi fært tú frokost í Mentanarhúsinum í 3 dagar, umframt atgongd til binditúrar, atgongd til fyrilestrar og bindicaféð ir.