TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / ...leskiligar køkur og gott kaffi

...leskiligar køkur og gott kaffi

 
Bindifestivalurin er eisini leskiligar køkur og gott kaffi

Í dag fegnast vit eisini um heimasíðuna og ”likes” á facebook saman við tykkum.

 
Eins og undanfarnu árini, fer Bindifestivalurin í okkara lítla hugnaliga býi at lata upp 2 kaffihús ímeðan Bindifestivalurin er, so at allir gestirnir kunnu njóta løtuna og merkja huglagið, tá fólk hittast á Bindifestivalinum, bæði fyri at heiðra binding og øllum øðrum handverki.

Kaffihúsini verða á Sølutorginum og í gallarí Ribarhús og við ymiskum upp- og afturlatingartíðum.

Kaffihús á Sølutorginum
Á sølutorginum verður ein hugnalig Café í hugnaligum umhvørvi. Anette Sonne, dekoratørur, fer saman við næminginum á dekoratióinsholdinum frá Miðnám á Kambsdali, at prýða og hugna um á Sølutorginum. Sølutorgið verður í Bilsavninum og tað verður spennandi at síggja, hvussu hølið kann broytast tá kreativar hendur taka yvir.

Starvsfólk frá Dugna á Kambsdali koma at standa handan diskin og fjálga um á Café´ini.

Kaffihúsið á Sølutorginum hevur opið frá kl. 10-18

Kaffihús í Gallarí Ribarhús
Í gamla pakkhúsinum, beint omanfyri Sølutorgið verður gallaríið eisini til café hesar dagarnar. Hugnaligt gallarí, har tað gamla og nýggja møtast á ein forvitnisligan hátt.

Veggirnir verða prýddir av ungu listakvinnuni Helenu Kjeld úr Fuglafirði, sum fyri stuttum er afturkomin úr Japan. Ein litrík framsýning, sum fer at siga søgur um: “Tað, sum tey ungu síggja og tey gomlu minnast” seinni í ár fer Helena á listaskúla í Cambridge.

Kaffihúsið í gallarí Ribarhúsi verður opið hesar trýggjar dagarnar frá kl. 13-21

Kondittarí Marietta
stendur fyri leskiligu køkunum. Handan kondittaríið er Olevina Sundskarð, sum er útlærd kondittari við bronsuheiðursmerki frá Condittori & Café H. C. Andersen og sum eisini hevur starvast hjá Andersen Bakery Tivoli til 2016. Umframt tað hevur hon gjørt køkur til ymisk tiltøk m.a. hjá Kongshúsinum.

Ikki á hvørjum degi, at hesin møguleikin bíðst – so verið vælkomin á Café á Bindifestivalinum.

----------------------

Vit fegnast um
Fyri stuttum høvdu 40 tús. vitja heimasíðuna hjá Bindifestivalinum og um sama mundi høvdu vit 3 tús. “likes” á facebook, hetta vilja vit fejra saman við tykkum.

Ert tú áhuga í at fejra tað saman við okkum, so kanst tú vitja facebook síðuna
 
Bindifestivalurin í Fuglafirði

og leita fram myndina, sum eisini sæst ovast á hesum tíðindaskrivi – longst til høgru. Trýst á myndina á facebook og gev henni eitt “like”

Tann, sum var so heppin at “like” hesa somu facebook síðuna nr. 3000 fær eisini eitt gávubræv frá Bindifestivalinum.

Tá átakið er endað, fara vit at kunna um vinnaran. 

Vælkomin á Bindifestival