TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Nú fækkast dagarnir...

Nú fækkast dagarnir...

 
Nú fækkast dagarnir til 4. Bindifestivalurin fer av bakkastokki

Eingin Bindifestivalur hevur verið eins og hesin er heldur ikki nakað undantak. Stovur, undirvísarar og heiti á verkstovum, fyrilestrarhaldarar og evni til umrøðu, maturin og kokkur, Nei, einki er tað sama, heldur ikki tey fólk tú hittir á Bindifestivalinum eru øll tey somu.

Skráin
Skránna, fyri hvønn dagin sær, finnur tú á heimasíðuni, eisini fer ein bóklingur at liggja frammi á Bindifestivalinum við skránni í.

Bindidrunnurin
Nýggjur hesuferð er Bindidrunnurin, sum hevur ferðast nógvastaðni runt í landinum – hann hevur vitja nógvar stovur og uppaftur nógv fleiri hendur hava hildið á honum. Úrslitið fáa vit at síggja á Bindifestivalinum.
Á Bindifestivalinum fáa vit tað poetisku útgávuna av Bindidrunninum. Kristina Joensen hevur sniðgivið og stendur fyri uppsetingini og Katrin Erlingsdóttir Joensen hevur tikið myndirnar.

Binditúrar
Petur Martin Petersen og Ingibjørn Eldevig verða ferðaleiðarar á túrunum.

Hesir túrarnir verða á Bindifestivalinum:
Hósdag kl. 10 Vestur í Dal
Fríggjadag kl. 10 Norður í Líð
Fríggjadag kl. 15 Rundtúr í Fuglafirði
Leygardag kl. 10/11 Túrur á gomlu postgøtuni yvir á Hellurnar og aftur, matpakki er íroknaður túrin.

Tey, ið hava armband, luttaka ókeypis, onnur keypa atgongd við kunningardiskin. Allir túrarnir hava avmarkaða atgongd.
Leygarmorgunin verður gingið yvir á Hellurnar, hetta er ein túrur, sum tekur 3-4 tímar og við á túrunum hoyrir ein matpakki til við føroyskum viðskera.

LIVEtónleik
Hetta kvøldið hava vit ognað tónleikinum og øðrum undirhaldi saman við klirrandi stokkum.

VEGA, Alvi Joensen, Birgitte Simonsen, Kristina Bærendsen, Hafdís Bjarnadóttir eru nøvn, sum fara at seta sín dám á skránna fríggjakvøld 20. apríl. Tiltakið byrjar kl. 20 og endar kl. 24. Eisini verður ein lættari máltíð at fáa hetta kvøldið við einum kaffimunni og bindifestivalkøku.

Enn eru atgongumerki eftir og kunnu keypast á heimasíðuni ella við at ringja 227036. Prísurin hjá teimum, sum hava keypt armbandið er 475kr. og 675kr. fyri onnur.

Vit bíða spentar til Bindifestivalin
Steintóra og Sólgerð


DK:
Så nærmer vi os til at den 4. Strikkefestival løber af stablen.

Der er ingen Strikkefestival, der har været ens, og denne er ikke nogen undtagelse. Stuer, undervisere og workshop temaer, foredragsholdere og samtaleemne, maden og kokken, nej, intet er det samme. Heller ikke de mennesker du møder på Strikkefestivalen er de samme.

Program
Programmet for den enkelte dag, finder du på hjemmesiden. Også vil der være en printet udgave af programmet at få, under Strikkefestivalen.

Bindidrunnurin
Noget helt nyt, denne gang, er Bindidrunnurin, der har været forskellige steder rundt på Færøerne – den har været hjemme i mange stuer og rejst gennem mange flere hænder. Resultatet heraf får vi at se på Strikkefestivalen.

På Strikkefestivalen får vi at se den poetiske udgave af Bindidrunninum. Kristina Joensen har designet og står for opsætte udstillingen og Katrin Erlingsdóttir Joensen har fotograferet billederne.

Strikketure
Petur Martin Petersen og Ingibjørn Eldevig skal være guide på turene.

Disse gåture er under Strikkefestivalen:
Torsdag kl. 10 Vest i Dal
Fredag kl. 10 Nord i Líð
Fredag kl. 15 Rundtur i Fuglafjørður
Lørdag kl. 10/11 Gåtur hen ad den gamle postrute sti, over til
                           Hellur og tilbage igen. Madpakken er inkluderet.

Dem, der har armbånd, deltager uden bekostning. Andre, kan købe adgang ved informationsskranken.
Alle gåture har begrænset adgang.
Lørdagmorgen går turen over til Hellur. Denne tur tager 3-4 timer. Der er en madpakke inkluderet, med færøsk pålæg.

LIVEmusik
Denne aften hylder vi musikken og anden underholdning, sammen med de klirrende strikkepinde.

VEGA, Alvi Joensen, Birgitte Simonsen, Kristina Bærendsen og Hafdís Bjarnadóttir, er dem, der vil præge programmet fredag aften den 20. april. Arrangementet starter kl. 20 og slutter kl. 24. Denne aften vil der også være et let måltid at få, og kaffe/te og Strikkefestival kagen til.
Der er stadig billetter tilbage, og de kan købes på hjemmesiden eller ved at ringe på 227036. Prisen er 475,- DKK for dem, der allerede har armbånd, og 675,- DKK for dem uden armbånd.

Vi venter spændte på Strikkefestivalen
Steintóra og Sólgerð