ONNUR TILTØK / Binditúrar / Norður á Ennið

Norður á Ennið

 
Nær: dag, Hósdag  27. apríl
Tíð: kl. 15:00
Longd: 1-1½ tíma

Vit møtast á torginum við Mentanarhúsið. Hiðani verður gingið norður á Bug og norður í Støð. Trivið verðu í stuttum í nakrar av somu søgunum um hendan partin av gongutúrinum, um fleiri eru við í bólkinum, sum ikki luttóku í fyrra túrinum.
 
Frá Bedingini verður gingið norður eftir Bakkavegi til trolvirkið Vónina, har farið verður niðan Tróndarbrekku og norður eftir Ennivegi. Allan vegin verður sagt frá um bygdina, og hvussu hon vaks, so hvørt vinnulívið mentist.
 
Komin niðan á Enniveg verður vinnulívið niðan fyri vegin tikið fram. Komin norður á Ennið verður trivið í hagasøgu okkara, har fjallgonga, seyðahald og gamla býtið av inn- og útmark fáa nøkur orð.
 
Gingið verður heimaftur eftir ovara vegnum, til vit koma til kirkjuna, har sneitt verður oman aftur á torgið við Mentanarhúsið, har túrurin endar.
 

Bílegg pláss (tað er avmarkað atgongd) við at senda mail til bindifestival@gmail.com ella her