ONNUR TILTØK / Pallborðsfundur

Pallborðsfundur

 
Almennur pallborðsfundur verður hóskvøldið 27. apríl kl. 19.30
í Mentanarhúsinum
 - dyrnar lata upp kl. 18 og ein góður kaffimuður fæst til keyps
 
Yvirskriftin á pallborðinum verður
Klókar hendur og kvik høvd er okkara tilfeingi
 
Sjóneyka verður sett á handverkið, sum er eitt niðurraðfest tilfeingi. Møguleiki verður eisini at seta panelinum spurningar.
Niðanfyri eru nøkur av punktunum, sum verða til umrøðu:

- er tað ein dygd at duga handverk
- hevur handverkið týdning fyri hin einstaka
- hvønn samfelagsligan og búskaparliga týdning hevur handverk
--------------------
Tey, sum manna pallborðsfundin eru:
Orðstýrari Solby A. Christiansdóttir, journalistur

Guðrið Poulsen, leirlistakvinna
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins og miðnámsskúlalærari
Bjartur Larsen, grótlaðari 
Karolina Matras, Cand.Pæd Psyk, Námslektari í sálarfrøði, mál- og lesimenning
Marita Rasmussen, stjóri Føroya Arbeiðsgevarafelag 
Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri, yrkisrættað miðnám
Torfinn Nón, byggifrøðingur og snikkari  
Martin Kúrberg, rúsevnisráðgevi