TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Rúmmikil skrá

Rúmmikil skrá

 
Rúmmikil skrá á Bindifestivalinum 27.- 28. og 29. apríl
 
Tað er langur vegur at koma her til og uttan stuðul og viðleikarar á nógvum frontum, og uttan luttakarar á Bindifestivalinum, umframt fíggjarliga stuðul hevði als eingin Bindifestivalur verið.
 
Skráin
Frá kl. 8 á morgni, allar trýggjar festivaldagarnar, tá kunningardiskurin letur upp í Mentanarhúsinum, til umleið kl. 22-23 á kvøldið, tá seinasta tiltakið letur aftur, hendir nógv lærandi og spennandi. Verkstovur, bindicafé´ir, fyrilestrar, binditúrar, frokostur og mangt annað, alt hetta kann lesast um í skránni, sum liggur á heimasíðuni.
 
Pallborðsfundur
Hóskvøldið kl 19.30 verður almennur pallborðsfundur, har evnið er ”Klókar hendur og kvik høvd er eisini okkara tilfeingið” Hetta tiltakið verður á føroyskum.
 
Kvøldsetur
Fríggjakvøldið kl. 20 verður kvøldseta. Vit líta afturá – heitið á kvøldsetuni er ”50´ini og 60´ini” eitt forvitnisligt tiltak og so tú fært kensluna av eini farnari tíð.

Leygarkvøldið kl. 20 hugna vit okkum eisini á kvøldsetu við tónleiki, sangi, upplesturi, skemti o.ø., við royndum fólkum. Heitið hetta kvøldið er ”føroyskur hugni”
Kvøldseturnar verða á norðurlendskum málið. Takið stokkarnar við.

Stuðlar
Bindifestivalurin takkar fuglfirðingum sum einaferð enn vilja leggja hús til, og øllum teimum, sum keypa sær atgongd til tiltøkini, tí at uttan tykkara stuðul, hevði tað verið ógjørligt at havt eitt so fjølbroytt og áhugavert tiltak.

Bindifestivalurin takkar eisini hesum fyritøkum, sum hava stuðlað fíggjarliga ella hava sett lýsing í snotuligu skránna, sum liggur alment frammi á Bindifestivalinum.
 
Takk til
Atlantic Airways – Framherja – Pelagos – Luna – JT - Electric – Føroya Keypsamtøka – Betri – Vónin – Norðoyar Sparikassi – Hotel Føroyar – Á – Vørðslan – KJ Hydraulik – Varðin – Muntra – Bakkafrost – Petur Larsen – Marine Harvest – Green Gate Incoming– Snældan – Fuglafjarðar Kommuna – Heildarverk – Fríða Kaffihús