SKRÁ

 
 
 Bindifestivalur fyri ØLL
 
Ætlar tú tær samveru við onnur, ið hava sama áhuga sum tú sjálv, og taka tær av løttum ella sita við stokkum, fáa tær drekkamunn og lurta eftir viðkomandi fyrilestum, so skal tú keypa tær eitt ARMBAND.
 
Ætlar tú tær at læra meir um ull, liting, binding, hekkling, gera ymisk bond ella okkurt meira kreativt, so skalt tú keypa tær ARMBAND OG VERKSTOVU.
 
Ætlar tú tær til okkurt meir, saman við øðrum forvitnum til gamans og álvara, so skal tú keypa tær atgongd til KVØLDSETUNA.
 
Ætlar tú tær at síggja, hvat rørir seg á handverksliga og listarliga frontinum, vitja so prýðuliga SØLUTORGIÐ. Opið er frá kl. 10-18. Øll hava atgongd.
 
KAFFIHÚS verður á Sølutorginum og hinumegin diskin standa starvsfólk hjá Dugna á Kambsdali. Opið er frá kl. 10-18. Øll hava atgongd.