TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / So er hon her ...

So er hon her ...

So var hon her - skráin yvir fyrilestrarnar

Set tær út í kortið, hvørjar fyrilestrar tú kundi hugsa tær at hoyrt

Tað verða tríggjar bindicafé´ir á Bindifestivalinum og í hesum hølum vera fyrilestrar hildnir. Fyrilestrar verða kl. 10, kl. 13, kl. 16 og kl. 19. Tey fyrstu fáa bestu plássini.

Ein sniðgevi, ein handarbeiðslærari, sum seinni tók cand.í listasøga, ein sálarviðgeri, ein sum hevur búð í Føroyum í 27 ár, ein prestur og ein søgufrøðingur eru m.a. tey, sum koma at hava fyrilestur á Bindifestivalinum

Evnini, sum vera umrødd fevna breitt, og fleiri av fyrilestrunum vera hildnir 2 ferðir.

Hesi evnir vera til umrøðu
um siðvenjur
um samleika
um kreativitet
um íblástur
um kvinnur
um bundnar søgur
um djúphugsni
um livsins avbjóðingar
um stokkar
um rák
um at vera ullint
um at byrja sína egnu fyritøku

Vel verkstovu
Hevur tú keypt tær verkstovu, so kanst tú velja tær nú á heimasíðuni. Umframt binding og hekkling, so eru verkstovur í ullaarbeiði og plantuliting av tógvið. Hevur tú ikki keypt tær verkstovu, so ber eisini til at keypa nú.