T═đINDI / T═đINDABRěV / So kom Bindifestivalurin

So kom Bindifestivalurin

 
So kom Bindifestivalurin til okkara
 
Kunningardiskurin letur upp longu mikudagin 26. apríl. kl. 17 í Mentanarhúsinum – vælkomin framvið til ein kaffimunn, fá tær armbandið og síggj snotuliga bóklingin sum er gjørdur til Bindifestivalin 2017
 
Bóklingur
Skráin til Bindifestivalin sæst á heimasíðuni og bóklinginum, sum verður útgivin í samband við tiltakið. Umframt, at skráin finst í bóklinginum og skema fyri fyrilestrar og verkstovur, so eru eisini styttri viðkomandi greinar. Snotiligi bóklingurin er fíggjaður av lýsaranum og vilja vit takka øllum fyritøkum og stovnum, sum tóku sín part, so hetta skuldi bera til.

Bóklingurin liggur alment frammi á Bindifestivalinum.

Ein dag á Bindifestival
Umframt at bindifestivalgestirnir luttaka á Bindifestivalinum í allar 3 dagarnar, so ber eisini til at koma á Bindifestival og keypa sær atgongd til einstakar fyrilestrar, verkstovur og binditúrar. Vit ynskja eisini at geva teimum ein møguleika, sum bert kunnu luttaka tann eina dagin.

Atgongumerki til verkstovur og binditúrar kunnu keypast við Kunningardiskin í Mentanarhúsinum, meðan atgongumerkir til fyrilestrarnar kunnu keypast við dyrnar, har fyrilestrarnir verða hildnir.

Um kvøldið á Bindifestivalinum
Hóskvøldið verður almennur Pallborðsfundur í Mentanarhúsinum og húsið letur upp kl. 18, har høvið verður at keypa sær ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Vit tosa bert føroyskt á hesum tiltakinum.

Fríggjakvøldið verður hugnalig kvøldseta, har vit lýta afturá – á 50´ini og 60´ini. Ein góður kaffimuður verður til hetta tiltakið. Atgongumerki kunnu keypast so leingi nøkur eru eftir. Vit tosa norðurlendskt hetta kvøldið.

Eftir kvøldsetuna bjóðar eldrafelagið Borgin niðan í Lonina til “Uppá tá”. Sí skrá.
Leygarkvøldið njóta vit løtuna saman við dugnaligum skemtarunum, løttum undirhaldi og mótasyning og eisini góðum sangi á kvøldsetu í Mentanarhúsinum.
 
Atgongumerki kunnu keypast so leingi nøkur eru eftir. Vit tosa norðurlendskt hetta kvøldið.

Mentanarhúsið bjóðar til ein sving om, tá kvøldsetan er liðug. Sí skrá
------------------------
Kunningardiskurin verður opin allar dagarnar frá kl. 8 til 21.

Vælkomin á Bindifestivalin
Steintóra og Eileen