TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Sølutorg á Bindifestivalinum

Sølutorg á Bindifestivalinum

 
Sølutorg á Bindifestivalinum

Umframt at designaravørur og tógv, so vera nógvar aðrar forvitnisligar vørur at fáa til keyps. Mótasýning verður eisini allar dagarnar kl. 15 á Sølutorginum.
 
Sølutorgið verður opið fyri almenninginum.

Café við góðum kaffi og onkrun søtum undir tonnað fæst eisini til keyps.

Sølutorgið verður opið hós- og fríggjadag frá kl. 11-18 og leygadag frá kl. 11-20.
--------------
Bindidrunnurin, hevur nú ferðast landið runt í fleiri mánaðar. Bindidrunnurin er vorðin fleiri metrar langur og farin ígjøgnum nógvar hendur, sum allar hava sett sín serliga dám á. Bindidrunnurin verður sýndur fram á Bindifestivalinum og verður tað Kristina Joensen, sum fer at seta Bindidrunnin upp, á sín egna listarliga hátt. Spennandi verður at síggja, hvat kemur burturúr hesum.
-------------
Hóskvøldið 19. apríl kl. 22 verður Aftankvirra í Fuglafjarðar kirkju. Marjun Lómaklett, prestur hevur andaktina. Eitt gott høvi at seta dagsins upplivingar í aðra dýpd og viðvirka til at møta einum nýggjum degi við undran – tað verði seg til gaman og álvara.
------------
Fríggjakvøldið 20. apríl kl 20 verður LIVEtónleikur, ein lættari máltíð og drekkamunnur við bindifestivalkøkuni í Mentanarhúsinum og eisini verður lagt upp til, at tú kanst hava stokkarnar við.

Endalig skrá kemur seinni. Men vit kunnu líka gloppa lokið, m.a. verður guitarspæl frá Alva Joensen og Hafdís Bjarnadóttir, eisini verður sangur og upplestur. Tiltakið endar kl 24.

Atgongumerki til LIVEtónleik kunnu keypast á heimasíðuni ella við at ringja 227 036.
-----------
Armbond kunnu støðugt keypast á heimasíðuni ella við at ringja 227 036.
Freistin við at fáa armbond við postinum er at tit hava bílagt og goldið innan 19. mars.

Fari eisini at minna tey á, sum hava keypt sær verkstovu, um at boða okkum frá, hvørjari verkstovu tey ynskja at luttaka á.

Vit bindifestivalkvøðu
Sólgerð og Steintóra
 

DK

Markedsplads på Strikkefestivalen

Udover designervarer og garn, så vil der være meget andet spændende du kan købe. Der vil også være modeshow alle dagene kl. 15, på markedspladsen.
 
Markedspladsen er åbent for offentligheden.

Også vil der være café, hvor du kan købe god kaffe og nogen til den søde tand.

Markedspladsen er åben tors- og fredag kl. 11-18 og lørdag kl. 11-20.
--------------
Bindidrunnurin har nu rejst rundt i landet i flere måneder. Den er nu blevet flere meter lang og har været igennem mange hænder, som alle har sar sit særlige præg på den. Bindidrunnurin bliver vist frem på Strikkefestivalen og det er Kristina Joensen, der vil sætte sit kunstnerlige præg på Bindidrunnin. Vi er meget spændte på at se resultatet på dette.
--------------
Torsdag aften, den 19. april kl. 22, vil der være Natkirke i Fuglafjarðar kirke. Presten, Marjun Lómaklett, holder andagten. Det er en god mulighed for at sætte dagens oplevelser i en anden dybde og medvirke til at gå en ny dag i møde med åbent sind – både til fornøjelse og alvor.
-------------
Fredag aften, den 20. april kl. 20, vil der være LIVEmusik, et let måltid og en kop kaffe/te til Strikkefestivalkagen, i Mentanarhúsinum (kulturhuset). Vi lægger også op til at du kan tage strikkepindene med.

Det endelige program vil blive afsløret senere. Men vi kan afsløre at der bl.a. vil være guitarspil fra Alvi Joensen og Hafdís Bjarnadóttir. Der vil også være sang og oplæsning. Arrangementet slutter kl. 24.

Billetter til LIVEmusik kan købes på hjemmesiden eller ved at ringe +298 227 036
-------------
Armbånd kan stadig købes på hjemmesiden og ved at ringe +298 227 036.
Fristen at få armbånd tilsendt med post udløber den 19. marts. Dvs. at der skal være bestilt og betalt, inden 19. marts.
-------------
Vi vil også huske dem, der har købt workshop, på at give os besked på hvilke workshops de ønske at deltage i.

Med bedste strikkehilsner
Sólgerð og Steintóra