ONNUR TILTØK / Binditúrar / Út á Leitið

Út á Leitið

 
 
Nær: Leygardag 29. apríl
Tíð: kl. 10:00
Longd: 1½ tíma

Vit møtast á torginum við Mentanarhúsið. Hiðani fara vit eftir sandinum – um flóð/fjøra loyva hesum – heim til Gjógvará, har í stuttum verður nevnt um fyrstu búsetingina her; áðrenn farið verður út eftir Toftanesvegi.
 
Nevnt verður um torv- og neytakonugøtuna út í Brekku og niðan Torvstíggj, har konur við dyllu á baki gingu til neytar við stokkum í hond. Støðgað verður á oman fyri Árnanes, har søgan um fyrsta lýsihúsið verður søgd og síðan um modernaða íshúsið, sum Haraldsen læt byggja her úti á Land.
 
Vit fáa eisini søguna um havnarmerkini sum søgdu frá, hvussu fremmand skip skuldu bera seg at, tá ið tey komu inn á fjørðin. Vit venda heim aftur úti á Breiðá, har SPP-pengarnir vórðu fyribeindir ein áarførisdag fyrst í 1950’unum. So hvør veit, um ikki ein skattur enn goymir seg í sandinum við áarmunnan.
 
Hesin túrurin endar, sum hinir, á torginum við Mentanarhúsið.
 
Bílegg pláss (tað er avmarkað atgongd) við at senda mail til bindifestival@gmail.com ella her