TÍÐINDI / TÍÐINDABRØV / Vælkomin á Bindifestival

Vælkomin á Bindifestival

 
Vælkomin á Bindifestival 2018
 
Setanin av Bindifestivalinum verður mikukvøldið kl 20 í Mentanarhúsinum. Dagmar Beder, lærari á Glasi kemur at seta Bindifestivalin og børn úr Fuglafjarðar skúla koma at syngja fyri okkum.

Kunningardiskurin letur eisini upp kl. 17 hendan dagin og um atgongumerki eru eftir, ber til at keypa sær atgongumerki til armband, verkstovu og til LIVEtónleik. Tikið verður í móti gjaldskorti og reiðum peningin.

Hósdagin
Longu kl. 8 hósmorgunin letur kunningardiskurin upp aftur og verkstovurnar byrja kl. 9 og somuleiðis lata bindicaféirnar upp kl. 9.
Hvat fyrifert á bindicaféum kann lesast um í skránni. Skráin sæst á heimasíðuni og eisini fæst bóklingur við kunningardiskin.

Frokost
Hevur tú keypt tær armband við frokost – minst til at bíleggja tær pláss til frokost við kunningardiskin.
Eru pláss eftir til frokost, so kunnu onnur eisini keypa frokost við kunningardiskin. Tað kann gjaldast við gjaldkorti og reiðum peningi.

Bindidrunnurin
Bindidrunnurin verður at síggja í teltinum við Sølutorgið. Her sært tú tað poetisku útgávuna av bindidrunninum. Hevur tú hug at eiga nøkur umfør í bindidrunninum, so ert tú vælkomin at binda nøkur umfør.

Um kvøldið
Hóskvøldið endar við aftankvirru í Fuglafjarðar kirkju, har Marjun Lómaklett, prestur luttekur.
Til hetta høvið fer Monika Stauss Joensen at spæla nøkur løg.
Kirkjan letur upp kl 21.30 – øll eru vælkomin til eina stilla løtu
- ein løta meðan tangentarnir róliga siga frá sínum spæli og ljós verða tendra.

Fríggjakvøldið verður LIVEtónleikur í Mentanarhúsinum kl. 20. Sang og tónleika úrmælingar koma at luttaka, ein lættari máltíð og kaffi við bindifestivalkakuni. Eisini verður annað undirhald hetta kvøldið. Tiltakið endar kl. 24. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni og við Kunningardiskin.
 
Skráin liggur alment frammi á Bindifestivalinum. Vælkomin at fáa tær eitt eintak og lesa hugnaligu greinarstubbarnar og kunna teg um skránna.

Góðan Bindifestival
Sólgerð og Steintóra
 
 
DK
 
Velkommen til Bindifestival 2018

Åbningen af Strikkefestivalen er onsdag aften kl. 20 i kulturhuset Mentanarhúsið. Dagmar Beder, der er lærer på uddannelsescentret Glasir, åbner Strikkefestival og børnekoret fra Fuglafjarða skole skal synge nogle sange.

Informationsskranken åbner også denne dag, kl. 17. Hvis der er billetter tilbage, kan man også her købe armbånd, workshop og billet til LIVEmusik. Du kan betale med kort eller kontant.

Torsdag
Allerede kl. 8, torsdag morgen, åbner informationsskranken igen, og workshops starter kl. 9 og lige ledes åbner alle strikkecaféer kl. 9.
Du kan læse om hvad der foregår på strikkecaféerne, i programmet. Programmet kan du se på hjemmesiden eller i den printede udgave, som du kan få ved informationsskranken.

Frokost
Har du købt armbånd med frokost – så husk at bestille plads til frokosten hos informationsskranken.
Er der pladser tilbage, kan andre også købe sig frokost, ved informationsskranken. Man kan betale med kort eller kontant.

Bindidrunnurin
Bindidrunnin kan man se i teltet ved markedspladsen. Her kan du se den poetiske udgave af bindidrunnin. Har du lyst til at være en del af bindidrunninum, så skal du være hjertelig velkommen til at strikke nogle omgange på den.

Om aftenen
Torsdag aften slutter med natkirke i Fuglafjarðar kirke, hvor Marjun Lómaklet præst deltager.
Til denne lejlighed kommer Monika Stauss og spiller nogle melodier.
Kirkens døre åbner kl. 21.30 – alle er velkommer til en stille stund.
- En stund hvor tangenterne lyder med sit rolige spil og lys bliver tændt.

Fredag aften er der LIVEmusik i kulturhuset Mentanarhúsið kl. 20. Fremragende sangere og musikere skal optræde, der vil også være et let måltid og kaffe til strikkefestivalkagen. Denne aften er der også andet underholdning. Arrangementet slutter kl. 24. Billetter kan købes på hjemmesiden eller ved informationsskrnanken.
Det printede program er tilgængeligt for alle. Du skal være velkommen til at tilegne dig et eksemplar og læse de hyggelige korte artikler og informere dig om programmet.

Rigtig god Strikkefestival
Sólgerð og Steintóra