Verkstovur

Nú kunnu vit lata upp fyri spenninginum.
Kom við og síggj nakað av tí, sum Bindifestivalurin 2024 hevur at bjóða tær, ið er forvitin eftir at læra okkurt nýtt innan fyri hondarbeiði. Her eru verkstovur bæði til teir garvaðu stokkarnar og tær óroyndu hendurnar, ið vilja læra seg at binda.

Í stuttum kann sigast, at her er mangt at velja ímillum. Tú finnur gott og gamalt siðbundið saman við nýggjum og øðrvísi møguleikum.

Tann reyði tráðurin í ár er at brúka restir. Hvussu fært tú minkað um allar restirnar, sum bara liggja og fylla upp í skuffum og eskjum? Tað liggja óivað ellubitar og hálv noður av fínum og grovum, ullintum og forstyrktum, einlittum og skjórutum.

Okkara kongstanki er at fáa brúkt so nógv at tí, sum tú hevur liggjandi, til okkurt skilagott. Tí hava vit hesaferð fleiri verkstovur, sum geva tær bæði hugskot og handaligan førleika til at binda við tí, sum tú longu liggur inni við.

Velur tú at taka restirnar við tær á Bindifestivalin, so kanst tú finna út av at seta litir og ymiskt tilfar saman at vinda upp í noða. Tað besta av tí heila er, at tú sleppur frá at hefta endar, tí her lærir man ymsar knútar, sum ikki fara uppaftur. Møguleiki er eisini at skifta restir um við onkran annan luttakara, um man vil tað.

Í restkassanum eigur tú heilt sikkurt onkran Metusalem, – eina hálvlidna troyggju ella okkurt annað hálvgjørt. Tak tað við tær og finn eina brúkiliga loysn, so tú fært gleði av plagginum. Treingja hosurnar til nýggjan leist? ella er erman slitin? so kom og stoppa ella ger eina ásýniliga bót, nýggja rond ella okkurt heilt triðja. Her fært tú góða vegleiðing.

Av nýggjum kanst tú t.d. læra at binda patent, ja, enntá við tveimum litum, at binda vaflumynstur, skuggabinding og sildabein. Høvið verður eisini at læra seg ymiska hekling.

Av tí góða gamla kenda kunnu vit nevna tær altíð áhugaverdu verkstovurnar, sum nógv hava fingið gleði av, dupultbinding og føroyska turriklæðið, eisini eru nakrar vevbindingar umframt ullaverkstovur, har tú lærir at karða, spinna og tvinna egna tráð.

Av øðrum hondarbeiði kann nevnast, at í ár kanst tú læra teg at prenta á klæði, lita tógv ella pløgg í mikroovni og at brúka bæði ull og skinn saman við tí, sum tú bindur. Tú kanst eisini læra tilskering í skinn.

Frá seyming kenna vit at kvilta toy; men hvussu kvilta vit tað, sum er bundið? – ella kann man ikki brodera tey gomlu bindimynstrini? Kom og vita, um tú ikki finnur út av tí.
Vilt tú bróta heilt upp úr nýggjum, so kanst tú enntá binda við plastposum og húsarhaldsplastikki.

So kom og forvitnast. Kom og lær nakað nýtt. Kom og fá lívsgóðsku.

Les meira um verkstovurnar her: www.bindifestival.com

Bílegg atgongd til verkstovur her: https://bindifestival.com/bilegg-3/

Vinarliga                               
Fyrireikararnir