ONNUR TILTØK / Binditúrar / Vestur í Dal

Vestur í Dal

Nær: Hósdag, 19. apríl
Tíð: kl. 10:00
Longd: 1½.tíma
Atgongd: ókeypis við armbandi, onnur kunnu keypa atgongd.
Ferðaleiðari: Ingibjørn Eldevig
 
Gongutúrurin Vestur í Dal verður frá Mentunarhúsinum niðan Traðargøtuna/Toftagøtuna niðan á Innandalsveg og vestur í Dal.

Á túrinum verður sagt nakað um vinnulív, átrúna og skúla/itrótt og hvussu bygdin er vaksin seinastu 50 árini.
 
Bílegg pláss (tað er avmarkað atgongd) við at senda mail til bindifestival@gmail.com ella her