/ Hósdagsverkstovur / 1.16 Hekklað afrikanst blomstur og siðbundna ommupuntin

1.16 Hekklað afrikanst blomstur og siðbundna ommupuntin

Tíð: Hósdag kl. 14.00 - 17.00
Stað: í stovuni hjá Helle Poulsen 5
Undirvísari: Maria á Lakjuni Simonsen FO
 
Bæði afrikanskt blomstur og ommupunturin hóska seg til nógv ymiskt, m.a. teppir, pútur, taskur.
Afrikanskt blomstur verður harafturat nýtt til bamsur av ymiskum slag, sum Heidi Bears sniðgevur.
Á verkstovuni kanst tú velja at hekkla annan ella báðar puntarnar.
 
Verkstova er fyri øll og nýbyrjað.
 
At hava við:
3 ella 4 ymiskir litir av tógvi og hekklinál sum hóskar til.
 
Tað verður tosað á føroyskum, donskum og enskum eftir tørvi.
     
     
 
 
Maria á Lakjuni Simonsen FO
 
Eg havi bundið og hekklað síðani eg var lítil smágenta og seinastu árini hevur tað serliga verið hekklingin, sum hevur havt mín stóra áhuga. Mær dámar sera væl at royna nýggjar teknikkir og mynstur og hekklingin kann, sum einki annað, kveikja hugflogið og skapanarhugin hjá mær.

Eg vísi ymiskt sum eg hekkli á instagram, har eg eiti: lakjuni